Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

At hava eina ólisna og øðrvísi søgubók í hondini, tað er ein serstøk fragd. Nakað sum táið ein bygd ella bygdarlag vaknar fyri dag - sum eitt rárt leskandi vað - ið tú tíðum vitjar, og sum tó ongantíð kennist eins.

Henda væna løtan í væntu - meðan gerandislívið fær fótin fyri seg - antin tað er úr morgunglæmuni í Haraldssundi ella táið Nólsoy rembir seg undir væðingini. 

Í hesum døgum daga mangar bøkur upp í ljós dagsins. Og góðar. Ein rík tíð. Her skulu vit bara í kortum nevna tvær.

Rolf Guttesen
helt okkum føstum ein góðan tíma í fullsetta  Miðlahúsinum, tann 4. desember, táið hann legði bók sína fram um Nólsoyar-Páll: Skúmisleiv og tjóðarhetja.
 
Sakliga og sáttliga lýsti hann innihaldið við ókendum og upplýsandi skjølum um sjálvan høvuðspersónin úr einum øðrvísi kveikjandi sjónarhorni. Og væl vitandi um, sum er, at hesin nýggi strongur kundi koma at reka upp í ættina fyri mong, sum heldur dáma viðrák.

Sum upphav til sín serliga áhuga fyri tjóðarhetjuni miklu, nevndi Rolf (sum onnur áður hava hoyrt) at ein oyrarmaður mælti: “Her í bygdini er nólsoyingurin ikki so høgt í metum, sum hjá teimum inni í Klaksvík og tykkum suðuri í Havn. Hesin kom og gifti sær stórt festi til (við yngstu dóttrini), og sum hann síðani handlaði við. Hann dugdi!”

Nú, ummæli gerast aloftast ov long (og tí kanska tíðum ólisin?), so her skal ikki sigast annað enn tað, at bókin er eitt njótilsi at lesa – og sum lesarin tí skal eiga til góðar.

Søgunnar brunnur
er ótømandi og roynist mangan líka so fjølbroyttur, sum frásøgufólkini eru.

Tað kennist tí hugfarsligt , at tveir garpar, Rolf og Óli, sum í ungdómsins bráðræsnu tíð helst lógu líka langt frá einari søguligari miðlinju, her hava funnið hvør sína Settorvu at syfta “lundar” upp úr - til mettu fyri okkum forvitnu - søguliga sæð.

Óli Breckmann
er royndur við penninum og orðkringur. Og kennist Rolf varðin og avmáldur (sum Robin Hood í Nottingham (!)) við einum evni, so heldur Óli seg ikki aftur og syftir ein hóp av styttri søguevnum.

Hann reikar knøttin kring við síni ómetaligu vitan og minni - við eini 150 brotum við tilhoyrandi myndum - undir heitinum: Latið ei søguna doyggja. Føroyar 1766-1966.

So lætt og livandi. Men far ikki skeivur, mín vinur, at tey høgravendu ikki eisini fáa síni sip niður á pukkilin.

Eitt nú táið Jóannes Bóndi (sum Óli metur sera høgt) á odda fyri yvir hundrað bøndrum í koti og knæbuksum (og fleiri fæloysingar fylgdu við (!)) reikaðu í fylking undir Veðraflagginum um havnargøtur, alsamt kvøðandi Runsivalstríðið og Regin Smið, sum mótmæli ímóti at ognarleys skulu fáa burtur av kongsjørðini til traðir og grundstykkir - í landsins blóðfátæka ári í 1937 (!).

Meðan sambandshøvdingurin Andras Samuelsen, sum stóð og hugdi út gjøgnum vindeyga í løgtinginum (helst við rullandi eygum), tá helt fyri við partamann sín, Hans Iversen: “Hetta er ein sjón fyri gudar!”.

At henda bókin eisini er eitt satt njótilsi at lesa, er óneyðugt at nevna.

Til lukku tit báðir.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo