Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Steintór Rasmussen er nú um dagarnar er aktuellur við ikki færri enn tveimum bókaverkum. EIN ER TÍÐIN AT LIVA er fimta og seinasta bind í krimirøðini Deyðin fer í bindiklubb.

Í samandráttinum á baksíðuni stendur millum annað at lesa:

Fólkaatkvøða hevur verið, og býurin fær aftur navnið Klaksvík. Men tað borgar ikki fyri friði og gaman á staðnum. Sama kvøld sum G! festivalurin setir stevnu, verður farið til fjals og í fjøru at leita eftir einum 14-ára gomlum dreingi av Viðareiði. Ongin skilur, hvat kann vera hent. Hevur Kristoffur tikið sítt egna lív ella er hann vorðin offur fyri eini brotsgerð.

SØGUNÁMIÐ er hinvegin bygt upp sum ein ófrættakend ferð, har tvey børn koma til eitt duldarkent bókahelli.

Í 16 myndprýddum søgum og ævintýrum er kanska okkurt, ið vil hugfanga teg. Tú kanst leita í tí vakra og kærleiksfulla. Men eisini í tí vandafulla og óhugnaliga. Lívið er góðar og ræðandi søgur. Sum ein spennandi bók. Uttan aldursmark. 

Tað er Allan Korsager Davidsen, sum hevur myndprýdd barnabókina. Jan Nysted hevur gjørt kápumyndirnar til krimibøkurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo