Sunda kommuna: Týsdagin 26. november kl. 15.00 vitjar rithøvundurin Óli Jacobsen dagtilhaldið Blákolluna á Oyri.
Óli kemur at hugleiða um nýútkomnu bókina "Njál, ljós í skugga".
Poul Jóhan Djurhuus, trúboðari, skrivar soleiðis um bókina:
"Bókin um Njál er ikki ein bók um ein vanligan mann, men ein spennandi bók um ein spennandi mann, sum hevur upplivað óvanliga viðurkennning og nógvan heiður á síni spennandi lívsleið.
Óli Jacobsen lýsir við sínum góða penni lívsleiðina hjá Reynadronginum, sum í sínum barnaárum bardist við eksistensiella spurningin: „Hvør er pápi mín?!“
Drongurin náddi langt út um Reyn og Tinganes, har hann saman við konuni, Ernu, kom at seta djúp og gylt spor í mong mannalív."
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo