Nýggj Bíbliulesiætlan fyri 2019/20 er nú komin. Hon er at fáa runt alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin í ár byrjar nú sunnudagin fyrsta sunnudag í advent, sum í ár er 1. desember.
Hví bíbliulesiætlan?
- Tað er ein avbjóðing hjá teimum flestu at lesa skipað í Bíbliuni. Men við bíbliulesiætlanini hava vit eitt hent amboð, sum kann lætta um dagligu avbjóðingina, skrivar Føroyska Bíbliufelagið í einum tíðindaskrivi í sambandi við útgávuna.
Lesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum, og sunnudagar fylga tekstarøðini í Fólkakirkjuni. Endamálið er at geva føroya fólki eitt amboð til skipaðan lestur í bíbliuni.
- Tað stendur øllum frítt at lesa Bíbliuna sum tær lystir. Tey flestu lesa helst einsamøll, meðan onnur lesa saman. Summi lesa frá byrjan til enda, og onnur í brotum. Í øllum førum er bíbliulestur ein kelda til lív, íblástur og uggan í tungum sum góðum døgum, slær Bíbliufelagið fast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo