Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mynd: Vagnur Michelsen

Mynd: Vagnur Michelsen

Annika Olsen helt seg helst vera skemtiliga, tá hon í sjónvarpinum stórlæandi tosaði um broyttan leiðslustíl við henni sum borgarstjóri, tí hon fór ikki at "ganga til jarðarferðir”.

- Tað verður meira persónligt, segði komandi borgarstjórin.

Út frá hesum orðum duga vit at lesa, at komandi borgarstjórin í Havnar kommunu, bert fer at fylgja teimum sum hon kennur, er í ætt ella væl við.

Komandi borgarstjórin fer ikki at samsyrgja við øðrum borgarum í Tórshavnar kommunu, enn teimum, sum standa henni nær.

Danskar reglur fyri virksemi borgarstjórans siga m.a., at borgarstjórin skal vera fólksligur og er mittpunkt fyri sera nógv fólk, og skal tí altíð royna at vera í neyvum sambandi við borgarar, vinnulív, starvsfólk og politikarar.

Borgarstjórin skal vera sjónligur og til staðar.

Eins og borgarstjórin eigur at vísa virðing og møta til almenn og kommunal tiltøk í tann mun tað er møguligt, so hevur verið siðvenja, at borgarstjórin somuleiðis í tann mun tað er gjørligt, møtir til jarðarferðir at sýna samkenslu, bera heilsan býráðsins, ja, samsyrgja við teimum, sum hava mist.

Og sjálvandi eigur ein borgarstjóri tað.

Og ikki bert samsyrgja við einum útvaldum skara - persónligu vinum borgarstjórans - men øllum borgarum, so vítt gjørligt.

Ført hevur verið fram, at tað er so dýrt hjá kommununi at gjalda blómurnar til jarðarferðir, men kommunan rindar ikki eitt oyra til blómur - borgarstjórin sjálvur er blóman.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo