Vit síggja tað hvønn vetur. Skip hjá Strandferðsluni, ella sum sigla fyri Strandferðsluna, gera royndir at seta ferðafólk í land á smáplássum. Royndir sum fáa hárini at ývna í nakkanum hjá teimum, sum standa og hyggja at. Summi teirra eru tó so djørv, at tey hava tikið fartelefonina fram og filma tað sum hendir. Tey dokumentera, kanska uttan at hugsa um tað, tað ið átti at verið ein skemdarblettur á samvitskuni hjá almennu Føroyum.
Tað verður eftir okkara tykki ofta lagt alt ov nógv fyri. Tey ferðandi umborð á einum báti, sum liggur og brestist við eina lítla atløgubryggju, skulu passa sær løgir og leypa í land. Av einum báti sum flytir seg fleiri metrar upp og niður. Undan brimbrotum og ógvusligum rørslum, báturin ger í líkindum, sum als ikki eru til at sigla í, enn minni leggja at í.
Kunnu almennu Føroyar bjóða sínum borgarum og ferðafólki slíkt í 2017?
Man skiparin hava gjørt eina meting av atletisku evnunum hjá hvørjum einstøkum ferðandi, áðrenn hann loysti, og síðani hava vurderað, at "tað gongur nokk"?
- Jamen, hetta er ikki nakað nýtt, soleiðis hevur tað altíð verið, er kanska eitt mótargument. Tað kann væl vera, men tíðirnar eru broyttar. Lívið á útoyggj var eitt annað, enn tað er í dag. Tað mundi vera minni parturin av teimum ferðandi, sum fór á útoyggj at ferðast - kanska halda jól. Tá búðu fleiri á útoyggj, og kendu treytirnar. Kendu skipara og manning á farinum sum førdi tey og vistu, hvat tað galt.
Tað ber til at býta føroyskar havnir upp í A og B havnir. A eru tær, har gott er at koma til og trygt at leggja at, tí talan er um eina veruliga havn við brimgørum sum verja hana tá veðrið er vánaligt. Summar útoyggjar hava slíkar havnir, til dømis Hestur og Nólsoy. Men B havnirnar eru óbrúkiligar fleiri dagar á árinum, tá tær kortini verða nýttar, heilt einfalt tí tær í besta føri eru ikki meira enn hálvlidnar. Hava hvørki brimgarðar, nóg gott dýpi ella nóg góðar atløgusíður - í summum førum ikki so frætt sum ein heilan pullart at seta fast í. Nevnast kunnu Fugloy, Skúvoy, Mykines og Svínoy.
Um havnirnar áttu at verið útbygdar skulu vit her ikki taka støðu til. Tann politiski spurningurin er sjálvandi trupul, tí fólkatalið heldur neyvan fram at minka av eini betri havn. Tað er Hestur kanska besta dømi um.
Men at lata tað upp í hendurnar á einum einstøkum persóni, skiparanum, er ikki ein nóg góð skipan, tað er sjón fyri søgn. Tað er skjótt at hann kemur undir trýst og gevur eftir, játtar at gera eina roynd, og tá tað so gongur galið er alt hansara skyld.
Hetta kunnu almennu Føroyar ikki bjóða.
Hvørki skipara ella ferðafólki.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo