Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Borgarstjórin í Tórshavn hevur lagt bragdliga fyri. Í fyrrakvøldið skuldi hon í Degi & Viku minka um kommunalu íløgurnar saman við Kristinu Háfoss og Sverra Hansen, og í Útverpinum á døgurða í dag ætlaði hon at hækka hesar somu íløgur í Havnini í mun til fíggjarætlanina hjá Heðini fyri 2017.

Samstundis fekk Útvarpið hana at siga, at hon ikki ætlar sær at arva formansskapin í Kommunufelagnum frá undanmanninum, men at hon saman við meirilutanum fer at taka støðu til hvønn høvuðsstaður okkara skal stuðla, nú formansval verður fríggjadagin.

13 stýrislimir eru í felagnum hjá kommununum. Um allir eru valdir vita vit ikki, men klárt er tað, at Jógvan, Jóhan, Sonni, Tórbjørn, Heðin, Pauli Trond, Eyðdis, Brandur, Annika, Kristin og Dennis eru sikkur í stýrisvali. Eitt umboð skal hartil veljast fyri tær miðalstóru og eitt umboð fyri tær smærru kommunurnar.

Vit skilja á lagnum, at enn er ongin semja funnin frammanundan fundinum fríggjadagin, um hvør skal stýra foreiningini hjá teimum 29 kommununum í landinum tey næstu 4 árini.

Sum altíð í slíkari støðu, tá ein formaður verður valdur frá, sum Heðin í hesum førinum, kemur kraft í fólk, sum kundu ynskt sær ein sess á ovastu hill.

Telefonirnar kima, onkur ringir sjálvur og onkur ringir fyri onkran annan til tað at fáa stuðul.

Matematiskt skal í minsta lagi teljast upp í 7. Spurningurin er so hvør klárar tað fríggjadagin.

Tað ljóðar at serliga tveir erfarnir harrar í kommunalum arbeiði, Dennis Holm úr Vági og Jóhan Christiansen úr Leirvík, liggja klárt á odda í kappingini um at gerast nýggjur formaður í Kommunufelagnum.

Millum kommunustýrislimir verður sagt, at báðir ynskja starvið, og at tað kann fara at verða hips um haps hvør av teimum verður valdur.

Ganga vit út frá, at Norðoyggjar, Eysturoy og Norðstreymoy stuðla Jóhan, so hevur hann longu 6 atkvøður. Dennis kann væntað sær stuðul úr Vága kommunu, Tórshavnar kommunu, Sands kommunu, Tvøroyar kommunu, Vágs kommunu og frá aðrari atkvøðuni úr teimum miðalstóru ella teimum smærru kommununum.

Líkamikið hvør hon verður, so kemur onnur av hesum at gera av, um Jóhan ella Dennis fara at stýra Kommunufelagnum næstu árini.

Helst skulu nógvar kabalir ganga upp í einum vali sum hesum.

SEV skal skjótt skipa seg við einum nývaldum stýri, og telvingin um tann formansskapin plagar at vera ein hørð nøt at knekka.

Tað skal undra nógv, um ikki júst hendan taburettin gerst ein partur av spælinum fríggjadagin. Serliga nú, tá tað helst snýr seg um bara ta einu atkvøðuna, um hon skal fara til Vágs ella til Leirvíkar.

Hóast ongin kanin hómast í hesum spælinum enn, so kann tað meiri enn so henda seg, at okkurt heilt annað enn hetta hendir fríggjadagin, og at ein hvít kanin kemur upp úr hattinum hjá onkrum, sum ongin hevði roknað við.

Formaðurin skal veljast fyri tvey ár í senn, tí er ein teoretiskur kjansur fyri, at onkur bryggjar eitt modell saman, har býtt verður á skinninum ímillum tvey valevni yvir 4 ár, men tað er lítið sannlíkt, so krútsterkir sum teir báðir Dennis og Jóhan tykjast standa í myndini í løtuni.

Tað einasta vit við vissu vita er, at Heðin Mortensen heldur ikki fram sum formaður í Kommunufelagnum.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo