Í morgun var eitt valevni hjá Framsókn í sendingini Góðan morgun Føroyar, og tað hava fleiri undrast á, tá ið KVF segði í síðstu viku, at persónar sum eru uppstillaðir til kommunuvalið, hava karantenu.
Verturin í Góðan morgun Føroyar, Kári Olsen, skrivar á Facebook, at hetta skal GMF taka á sín kappa, tá ið veðmerkjari spyr tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, Liljan Weihe, hvønn bannið nú er galdandi fyri.
- Vit biðja um umbering fyri tað sum hendi í morgun, skrivar Kári Olsen, sum sigur, at sjálvandi er karantenan galdandi fyri øll.
Men hvat so við Katrin Petersen sum sæst í sjónvarpinum, til dømis ein heil sending um hana?
Hon er uppstillað á Sandi og stýislimur í Kringvarpinum.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo