Ellivu av sekstan samgongulimum fara at stilla upp á kommunuvalinum.
Lønin hjá borgarstjóranum í Havn, sum situr bæði á tingi og í býráð, er lokkandi og freistar.
Nú skula kommunurnar stýra landinum!
Undan løgtingsvalinum søgdu hesir flokkarnir, at teir vildu hava virðing og álit aftur á ting, og virðini skuldu býtast rættvísari. Talan skuldi ikki vera um fámannaveldi meira.
Løgtingslimirnir í samgonguni, sum stilla upp á kommunuvalinum, eru:
Tjóðveldi
Annita á Fríðriksmørk
Óluva Klettskarð
Pauli Trond Petersen
Framsókn
Hanna Jensen
Ruth Vang
Javnaðarflokkurin
Heðin Mortensen
Djóni Nolsøe Joensen
Kristianna Winther Poulsen
Helena Dam á Neystabø
Kristin Mikkelsen
Bjarni Hammer
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo