Øllum kunnugt - eftir hondini - royndi Russland eisini uppboðssølu í árunum 2001 – 2003.
Endamálið við russisku uppboðssøluni var at fáa part av tilfeingisrentuni í russiska landskassan og at økja um gjøgnumskygni í sambandi við útlutan av kvotum.
Uppboðssølan skaffaði fitt av peningi til russiska landskassan í fyrsta umfari.
Á hinari síðuni minkaði vinningurin hjá vinnuni og skuldin hjá vinnuni vaks.
Eisini vaks ólógliga veiðan.
Í 2004 var eksperimentið við uppboðssølu steðgað í Russlandi.
Føroyar skula nú ígjøgnum somu myllu sum Russland.
Landsstýrismaðurin hevur sett ein sokallaðan serfrøðingabólk at koma við eini nýskipan av fiskivinnuni.
Men hóast landsstýrismaðurin og hansara politisku lærusveinar royna at káva út yvir kravda russiska leistin, so hevur formaðurin í serfrøðingabólkinum skorið út í papp, at tey skulu bara koma við einum leisti og tað er uppboðssøla.
Líkamikið um hetta gevur besta úrslitið fyri føroyska samfelagið ella ikki.
Og harvið er talan um ein geldan serfrøðingabólk og eina stempulmaskinu fyri russiska leistin hjá landsstýrismanninum, tí tað skal hoyggjast við høvuðsvinnuni í Føroyum.
Royndirnar við uppboðssølu eru eisini miseydnaðar í Føroyum.
Í 2011 fóru útlendingar avstað við virðisøkingini, og í 2016 eru royndirnar, at “ogn Føroya fólks” er vorðin til eitt spælipláss hjá einum landsstýrismanni.
Nú eingin bjóðaði landsstýrismanninum minstaprís fyri svartkjaftin, so gjørdist hann firtin og umhugsar at samráðast við Russland og onnur lond um svartkjaftin, sum vinnan ikki var før fyri at keypa.
Vit kunnu tí bara staðfesta, at vit ongantíð fyrr hava havt so stóra politiska uppíblanding sum nú í fiskivinnuni.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo