Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

KVF gjørdi nógv burturúr í heyst at íslendingar umhugsaðu at royna føroysku uppboðssøluna av fiskirættindum.

Vit hoyrdu í KVF, at Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale høvdu verið í Íslandi og greitt frá føroysku uppboðssøluni av fiskirættindum. Hetta var uppundir valið í Íslandi.

Hóast báðir eru kendir fyri at hava ómetaliga góðar talugávur, so tykist hesin boðskapur ikki at hava havt serligan áhuga í Íslandi.

Nýggj stjórn er skipað í Íslandi og uppboðssøla verður ikki tikin uppá tungu.

Nýggja stjórnin leggur dent á, at vinnan skal hava góðar karmar, ið skapa langtíðar tryggleika.

Og at skipanin stuðlar framhaldandi virðisskapan.

Men í KVF hoyrist einki um, at íslendingar halda fast í verandi skipan við umsetiligum kvotum og úrslitsgrundaðum tilfeingisgjøldum.

Henda marknaðargrundaða skipan er tann, ið hevur roynst best og er í tráð við teoriirnar hjá altjóða búskaparfrøðingum, sum til dømis Adam Smith.

Men í KVF er tøgn.

Tey hjá KVF vilja partú hava føroysku uppboðssøluna, sum tey markaðarføra saman við kommunistum/sosialistum, sum nú látast at vera reinastu kapitalistar.

Royndaruppboðssølurnar í Føroyum eru miseydnaðar. Antin eru kinesarar farnir við fiskinum ella teir ríkastu reiðararnir.

Tað er torført at vísa á viðkomandi royndir av tílíkum skipanum, við tað at uppboðssølur av fiskirættindum ikki eru royndar enn í okkara grannalondum.

Skipanin var roynd í Russlandi, men fekst ikki at virka sum ætlað.

Ná men gloym Ísland, Noregi, Grønland, Danmark, Russland, Adam Smith, okkara royndir ... vit hava jú okkara heilt serligu frøðingar.

Ikki sannheit KVF.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo