Meintu politikararnir nakað sum helst við føgru orðini um, at føroyingar skulu fáa betri miðlatilfar, so var eitt at gera, og tað var at stuðla journalistlønum. Uttan journalistar eru ongir miðlar, í øllum førum ikki teir, vit her tosa um. Journalistarnir eru kreativa og skapandi elementið, og tí hevði hetta verið tann rættasti mátin at brúkt skattakrónurnar og samstundis tryggja, at føroyingurin fekk nakað afturfyri.
Men tað ætla politikararnir eftir øllum at døma ikki. Stuðulin, sum fyrr var 'oyramerktur' til útbering av bløðum, skal nú eisini brúkast til el, hita, húsaleigu, umsiting og aðrar útreiðslur, sum allar privatar fyritøkur hava. Umframt blaðútberingina, sjálvandi, hon er jú eisini ein útreiðsla. Hetta er eftir okkara tykki at søpla stuðulsupphæddina burtur. Dýrari rakstur ein fyritøkan kann vísa á - meira stuðul fær hon. Onki krav fylgir við um nakran bata.
Vit hava áður her í teiginum 'Mítt Tastatur' gjørt vart við okkara egnu hugsan um hetta málið. Vit hava eisini í tíðindagreinum víst á ivasama sambandið ímillum avvarandi landsstýriskvinnu og høvuðsmóttakaran av stuðulspengunum. Vit hava víst á, at minni enn so øll bløð halda stuðul til blaðútbering vera eitt gott hugskot. Og vit hava víst á, at stuðul til blaðútbering er ein farin tíð í øðrum londum, vit vanliga samanbera okkum við.
Nú er líkt til, at tað hevur eydnast Mentamálaráðnum at orða sama uppskot øðrvísi, so tað kann verða borið ígjøgnum tingið.
Men hetta er gamalt vín í nýggjum fløskum.
Og úrslitið verður tað sama.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo