Ein týðandi táttur í sjálvsfatan teirra kristnu er, at skapanarverkið er avrik Guðs. Vit eru skapað í Guðs mynd. Menniskjan er krúnan á verki hansara. Lívið er heilagt í síni styrki og avmakt.
Hetta er ein trúarjáttan, ikki ein vísindalig niðurstøða. Vit skulu eyðvitað arbeiða vísindaliga, og tó er tað loksins talan um trúgv. Vísindin er saman við gudfrøði og aðrari frøði gagnlig. Kristnin eigur at hava eitt høgt mál av fjølbroyttum kunnleika.
Í fyrstu grein í ápostolsku játtanini, sum verður endurtikin við hvørja gudstænastu, játta vit trúnna á skapara himins og jarðar. Játtanin er burðardygg við atliti at trúnni og gevur lívinum eitt haldgott støði at byggja á. Tað gevur sálini eina javnvág at kenna sítt evsta upphav.
Virðingin fyri náttúruni og “móður jørð” er nú um stundir vaksandi um allan heimin. Í øldir hevur menniskjan misrøkt sínar skyldur mótvegis skapanarverkinum. Tey seinastu tvey hundrað árini – við vaksandi ídnaði og øktari nýtslu av ráevnum – hava álvarsliga ávirkað tilveru manna. Sagt verður, at tilveran er hótt, tí jørðin, luftin og havið eru pínd og dálkað.
Vísindin hevur yvirhálað ta kristnu trúnna við boðskapinum um dómadag. Útsagnir og ávaringar koma dagliga frá teimum lærdu. Sagt verður, at við verandi gongd er tað torført at geva óføddum ættum eitt trygt og burðardygt lív á jørðini.
Evnið varð viðgjørt á ráðstevnuni Artic Circle í Reykjavík í oktober 2018, nú veðurlagsbroytingin er sjónlig um allan heimin. T.d. svinnur ísurin á pólunum, og akrarnir í Danmark vórðu í summar brendir av sól, turki og hita.
Tað er umráðandi, at tær kristnu kirkjurnar taka lut í hesum orðaskifti. Vit trúgva at jørðin, havið og luftin eru handaverk Guðs. Vit trúgva, at ábyrgdin fyri jørðini er latin menniskjum í hendi. Vit eru forvaltara av skapanarverkinum. Vit mega fara væl um tað avrik, ið Guð hevur lagt úr hondum menniskjum til signingar.
Vit mega nýta jarðarinnar tilfeingi á skilagóðan hátt.
Kristnin hevur eisini samábyrgd av støðuni, tí vit hava á hesum øki – eins og tann verðsliga hugsanin – verið virkin í dálking og misrøkt av jørðini og hennara møguleikum.
Vit kristnu hava verið í so íðin at troyta tað livandi tilfeingið á landi og sjógvi. Nóg mikið var eitt sjáldan brúkt orð, tá ið talan var um nøgd og vinning. Kristnin sá í løtum tímiliga vinningin væl klárari enn ta andaligu hugsan, at jørðin og tilfeingið eru Guðs og givin øllum menniskjum sum lívsgrundarlag.
Tess vegna eigur kristna kirkjan at samstarva við tað verðsliga samfelagið og vísindafólk á hesum øki, tí vit ynskja lív til komandi ættir. Vit mega øll lyfta í felag og royna at bøta skaðan.
Tað er møguligt at endurskapa tað, ið fór av lagi, um vit fara til verka við nýggjum hugburði og endurnýggjari trúgv. Nýggja Testamenti er skrivað á grikskum, og vit mega “venda um” í orðsins griksku merking, t.e. fáa eitt nýtt sinnalag og eina nýggja hugsan.
Jesus eigur at vera okkara fyrimynd. Hann fór til verka og gagnaði lívinum, teimum sjúku, neyðstøddu og burturmistu. Hann grøddi sjúk, hugsaði um mat til fólkið og sá tey, ið fáur annar fekk eyga á.
Eisini menniskju nú á døgum gagna lívinum í miðvísum verki. Við at hugsa øðrvísi, lata okkum umvenda og endurnýggja til livandi vónar í trúnni á Jesus kunnu vit saman við øðrum skapa úrslit. Vónin er kveikjandi og føðir lív.
Vit mega ikki gerast døpur í huga og verða moraliserandi. Fólkið er búgvið og vitandi. Tað gagnar ikki sakini, um vit tykjast betur vitandi enn onnur. Ístaðin eiga vit at taka lut í tí etiska orðaskiftinum um tilveruna á jørðini við trúgv og vísindaligari hugsan.
Tað ræður ikki um at vinna orðaskiftið, tað ræður um at gagna menniskjum og taka “móður jørð” í álvara.
Eydnast hetta verkið, er tað menniskjum til mikla signing og ein lovsangur til Guðs, ið gav okkum lívið og umstøður lívsins á jørðini.
Ikki stúran, menn trúgv á Harran Jesus. Ikki ótti, men ákallan á Guðs vernd og verju. Ikki mótloysi, men hin kristna vónin um lív á jørðini og lív um ævir í Guðs ríki.
• Latum okkum standa saman og fara væl við lívinum við at fara væl um náttúruna.
• Latum okkum betra um umstøðurnar, so havið, jørðin og luftin gerast rein og menna lívið.
• Latum okkum geva menniskjum gætur, hvørs lívsumstøður eru hóttar av okkara lívsstíli.
Ein vælsignaður møguleiki hjá teimum kristnu kirkjunum. Vit kunnu í eyðmýkt taka við avbjóðingini at gagna lívinum í Jesusi navni. Saman við frelsara heimsins at endurskapa tað, ið er farið av lagi. Amen.
Orðið: “Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú (Guð) hevur fest – hvat er tá maður, at tú minnist á hann, ... Tú ... hevur sett hann at ráða yvir handaverki tínum og alt undir føtur hans lagt.” (Sálmur 8,4-7).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo