Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Ein av teimum berandi súlunum í kristnu trúnni er sannføringin, at vit í Himmiríki møta teimum aftur, ið eru gingin undan inn í ævinleikan. Í trúnni á Jesus eru vit gingin yvirum frá deyðanum til lívið, og hvør tann, ið trýr, skal um ævir ikki doyggja. 

Vónin, sannføringin og vissan eru ein sannleiki í trúgv til trúar. Vónin gevur okkum lívsmót, gleði og frið.

Sannføringin ber okkum fram á leið, har vit útinna dagsins setning. Vissan skapar ein ævigan frið í tí tímiliga. 

Havi mangan fingið spurningin, um einki ivamál er tengt at trúnni. Sagt verður, at vit einki ítøkiligt vita um ævinleikan. Hvør er okkara vera og tilvitan? Nógvir spurningar, og torført er at svara.

Tó, so er einki ivamál í míni sál. Ævinleikin í Guðs ríki er í tryggum hondum. Tilvitanin í ævinleikanum verður onkursvegna dámlig, unnilig og heimlig.

Minnist hetta evnið umrøtt á skipsdekki ein ísfiskatúr við línu undir Íslandi. Var nýliga byrjaður at lesa gudfrøði. Kallið at gerast prestur bankaði á dyrnar. Kendi meg óverdugan til tænastuna og stríddist við tankan. Kenni meg framvegis óverdugan, men hvíli í tænastu hansara, ið er verdur at æra og tæna. 

“Nú tú skalt verða prestur, eigur tú at kunna svara mær, um vinmaðurin møtir konuni aftur í Himmiríki soleiðis, at hann kennir hana og veit, at tað er konan.”

Sipað var til ein einkjumann, ið sáran og syrgdi konuna. Tey høvdu havt eitt gott lív saman. Tær góðu løturnar høvdu verið væl fleiri enn løturnar í tómgongd. Samlívið var valla fullkomið, men tað var burðardygt og berandi. 

Visti hvørki út ella inn og drálaði við svarinum. Var júst byrjaður lesturin, og fyri tað mesta var tíðin farin við at læra bíbilsku frummálini. Kunnleikin í gudfrøði var avmarkaður, hóast hann mentist spakuliga við lestri og lívsroyndum.   

Makkarin á dekkinum hevði ikki stundir at bíða eftir svarinum: “Vinmaðurin segði mær, at um hann ikki kendi konuna aftur í Guðs ríki, hevði hann ikki stóran áhuga í at koma til himmals.”

Var ikki sørt órógvaður. Hevði ongantíð ítøkiliga hugsað um, hvussu lívið og tilveran var í himlinum.

Hjálpina fann eg í tí barnsligu trúnni. Átti eina óspilta barnatrúgv, sum var ein gáva frá Harranum. Trúgvin var í sjálvum sær svarið, hóast mangt var ósvarað.

Tað var illfýsið í veðrinum, og evnið var ov viðkvæmt til harðmælta talu. Tá ið eg skuldi svara, ljóðaðu boðini av brúnni, at vit skuldu leggja á og taka boyuna. Átti tørn á dekkinum í erva. Skuldi taka boyuna, draga standaran og síðan taka varpið.  

Tað var frískligt at standa á bátadekkinum einsamallur í tøgn. Stundir vóru at hugsa. Tá ið avloyst varð við rulluna trý korter seinni, segði eg stillisliga við makkaran: “Tað er mín trúgv, at í trúnni á Jesus síggja vit tey aftur í himli, ið verða kallað heim undan okkum.”

Meira varð ikki tosað um ævinleikan á túrinum. Nógv ár seinni møtti eg viðkomandi, ið mist hevði konuna, hóast eg ongantíð hevði fingið at vita, hvør ið hann var. 

Ein dagin steðgar ein hálvgum ókendur maður mær og biður góðan dag. Uttan nakran inngang sigur hann:

“Vit báðir eru komnir til somu niðurstøðu. Eg trúgvi, at eg møti konu míni aftur í himlinum, tá ið mín tími kemur. Eg eri sannførdur í hesi trúgv og finni hvønn dag gleði saman við mínum børnum og abbabørnum.” 

Hann dró á eina løtu og helt síðan fram: “Men, nú havi eg fingið eina nýggja konu, tað er væl eingin trupulleiki?”

Hesaferð kom svarið beinleiðis: “Als eingin trupulleiki, – tað er gleðiligt! Í Harrans hondum er lívið á jørðini og tað æviga. Tað Harrin hevur um hendi er í lagi.”

Í tænastuni sum biskupur verður mangan vent aftur til mína barnatrúgv. Skammist ikki við trúnna, tí hon hevur borið fram á leið góðar sum tyngri dagar. Júst her hvílir trúgvin allahalgannadag, tá ið vit minnast tey, ið eru kallað til hvíldar. 

Í tíðini sum sóknarprestur á Gjaranesi fekk trúgvin seg roynda. Vit mistu Sjóborgina í 1998. Hon fórst fyrru ferð í Skotlandi í 1994. Harafturat mistu vit tangabátin Stathav í 1994. Níggju mans fórust í hesum trimum vanlukkunum. 1)

Fleiri aðrar vanlukkur eru hendar á sjógvi, landi og í flogferðsluni. Og so øll tey mongu, ið doyðu av sjúku sum smábørn og í bestu árum.  

Hvørja ferð eg síggi avvarðandi spakuliga koma fyri seg, fyllist hjartað við tøkk, at børn, ung og vaksin komu væl undan, hóast dýran miss.

Heilagur Andi opinberar sannleikin um ævinleikan í trúnni á Jesus. Trúgv til hvíld og friðar, um vit velja at vera støk ella fáa okkum ein maka. Amen. 

Orðið: “Men tey, sum verða hildin verðig at fáa lut í hini verøldini og uppreisnini frá deyðum, tey hvørki giftast ella verða burturgift; tey kunnu heldur ikki doyggja meir, tí at tey eru einglum lík og eru Guðs børn.” (Lukas 20,35-36).

Jógvan Fríðriksson

Heimild:
Ragnar Danielsen, lærari, hevur skrivað eina frágera góða grein á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu. “Streingir bresta á lívsins morgni”. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo