Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Føstan nemur myrkar blettir og varpar skuggar til jarðar. Ikki einans tað góða og vakra eyðkennir trúnna.

Tað er merkisvert, at so nógv ónt fylgir í kjalarvørri teirra kristnu. Vit mega taka ábyrgd og viðurkenna, at tað, ið átti at verið gott, mangan er myrkt og ræðandi. Vit mega taka frástøðu frá tí neiliga og ikki verja framd mistøk.

Standmyndin av kristniboðara Føroya, Sigmundi Brestisson (961-1005), ið stendur sum listarligt prýði í nánd av Vesturkirkjuni, heldur eina sannførandi prædiku, at svørðið hongur við vinstru lið. Hóast tað er í slíðranum, vita vit, at harðrend framferð – ja, enntá kríggj – er nýtt í kristnum verki, hóast Kristus er friðarhøvdingin.

Svørðið týnir lív. Øll kúgan av menniskjum er í ætt við óndskap. Lívið er heilagt, tað er okkum givið av Guði.

Menniskjan er Guðs skaparverk. Vit hava øll rættin at liva. Vera svá vit eru, ikki svá onnur vilja hava okkum at vera.

At týna lív í Guðs navni er misbrúk av tí heilaga, hóast endamálið sigst vera gott og fremja søk kristindómsins ella mannaættarinnar. Skaldið syngur um dáan, ið hevur loyvi at liva eins væl og vit. Hvønn skulu vit lúka burtur? Øll hava sínar avbjóðingar, og standa vit saman, er avbjóðingin lívsjáttandi og virðismikil.

Svørðið er ikki einans metal ella lívleysur lutur. Viðhvørt eru orðini eitt hvast og tvíeggjað svørð, – køld og náðileys. Orð eru vandamikil, um tey ikki eru umhugsað og søgd í hóvsemi. Orð kunnu vera særandi, køvandi og týna lív. Tey køldu orðini og tað dømandi eygnabráið.

Mær hóvar ikki harðrenda framferð. Talan er ikki um tvørrandi dirvi ella tráan eftir at tekkjast øðrum.

Harðrend og óhøvisk tala er sjáldan vitborin, og hon er enn sjáldnari  vísdómur.

Einans staðfestir málið av tómleika og synd, at óndskapurin skaðar tilveruna.

Velji heldur færri vinir enn ein skara av viðhaldsfólki, ið rópar krossfest tey, ið ikki eru sum vit.

Hví skal eg krossfesta onnur, ið stríðast við tungar byrjar, ja bera sín egna kross?

Líðingin er eitt rokað mál av kvøl, og lívið kann vera ein torfør avbjóðing. Eingin orsøk er at prika menniskju við spískum viðmerkingum.

Onkuntíð eru orðini dropin, ið fær bikarið at flóta yvir, og hin reyði droyrin frystir í kuldanum.

Ístaðin fyri kalda og kensluleysa talu kunnu vit velja orð, ið eru mettað við hita og kærleika, Kristi kærleika.

Kynstrið er at stoypa ella umskapa svørðið til gagnligar ímyndir, t.d. heit hjørtu ella krossin, ið Jesus bar vára synda vegna okkum til lívs og friðar.

Stóð við standmyndina av Sigmundi í tí vakra umhvørvinum ein kaldan vetrardag við kava. Tað var gott at koma inn í Vesturkirkjuna og merkja ein guddómligan fløva.

Kirkjan er ein griðstaður, har Guðs navn býr, har hin alvaldi hoyrir tær bønir, ið horva mót andliti hansara.

Inni í halgidóminum ljóða tey gleðiboð, at hóast hjartað verður heimsøkt av synd, er tað vón fyri okkum vegna Jesus Krist.

Tað er tað størsta og dýrasta, at Jesus møtir okkum við mildum blíðum orðum, hóast hann vísir á skeivleikar.

Náðin møtir okkum áðrenn kravið um batar, og tann málsligi búnin er søguháttur. Síðan føðir náðin boðsháttin við áheitan um, at vit taka frástøðu frá tí ónda og syndiga. Frá Jesusi fáa vit styrki at liva eitt rímiligt lív. Sum dagurin lagar seg, svá vil styrkin verða.

Onkuntíð vilja vit verja Jesus og tað guddómliga, tí afturgongdin tykist sjónlig.

Óndskapurin herjar, og moralurin viknar. Vit taka málið í egnar hendur og taka svørðið til hjálpar. Tað hendi hin minniliga dagin ávegis út á Golgata, tá ið lærusveinurin Judas sveik sín Harra og Meistara við einum kossi til deyða.

Tá ið mótstøðufólkini – høvuðsprestar og fólksins elstu – komu at taka Jesus við svørðum og gøssum, tók lærusveinurin Pætur svørðið fram og høgdi høgra oyrað av Malkusi, ið var tænari høvuðsprestsins.

Hetta hóvaði ikki Jesusi: “Stikk svørð títt aftur í slíðrarnar; tí at allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði.” (Matteus 26,52).

Sum kristin eiga vit at virka fyri friði, ikki einans binda frið. Vit skulu skapa frið og góðan tokka millum menniskju. Vit skulu bera friðin inn um hvørja gátt og inn í hjørtu manna, friðin í Jesusi Kristi.

Ikki svørð úr stáli, men reinsandi og lívgandi orð Guðs, ið eru hvassari enn nakað tvíeggjað svørð. Guðs orð eru lekidómur, bæði orð sum fleyrið og orð við vindmegi.

Átrúnaðarligur harðskapur – likamligur ella sálarligur – er óndskapur. Eisini orð okkara kunnu fremja og ala óndskap. Harðrend tala er óneyðug, tí saman við Jesusi vinna vit sigur. Tað ónda er – hóast sína styrki – ein sligin fíggindi. Amen.

Orðið: “Men Jesus tók til orða og segði: “Latið tað nú vera nóg mikið!” Og hann nam við oyrað á honum (Malkusi) og grøddi hann.”” (Lukas 22,51).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo