Tilveran vísir í samskifti manna millum síni mongu andlit. Vakurleikin er ikki altíð fulltikin, og onkuntíð er myndin ikki samsvarandi útsjóndini.
Tað, ið vit síggja, er bara ein brotpartur av tí, sum er. Aftan fyri tann ytra karmin kann mangt ymiskt vera fjalt. Tað minnir um stákanina, tá ið tey kongaliga vitja. Vit prýða tað, ið vendir út ímóti farleiðini, har tignarligu gestirnir fara framvið.
Tað samsvarar ikki við kristnan anda, at vit tilvitað látast at vera nakað, ið vit ikki eru. Heilt øðrvísi er støðan, tá ið vit settu okkum eitt mál og ikki náddu tað, hóast vit veruliga vildu og royndu.
Jesus lærdi sínar lærusveinar, at tað ikki var nóg mikið eina at elska tey, ið sýndu teimum kærleika. Tað var ikki nóg mikið eina at heilsa brøðrunum ella teimum, ið teir sótu væl um sátt við. Kristnin skal seta sær málið hægri. Vit mega ikki einans hava ein einoygdan felagsnevnara fyri yrki og medferð, so vit eina løna teimum gott, ið bera seg væl at mótvegis okkum.
“Verið tí fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.” (Matteus 5,48).
At vera fullkomin er rættiliga nógv. Tó, áheitanin verður møguliga borin til tess, at vit ikki skulu hugsa hægri um okkum sjálv, enn gott er. Vit skulu vera í javnvág og ikki undirmeta onnur. Vit skulu fara væl við medmenniskjum okkara, hóast onkur vinnur okkum eina neis. Vit mega læra at meta um og spyrja, hvat gagnar heildini best.
At samskifta er ein týðandi táttur í allari samveru. Tað er so skjótt at særa onnur, um vit ikki eru nærløgd og umhugsin. Tá ið lærusveinarnir spurdu Jesus, hvør er størstur í himmiríki, kallaði hann eitt barn til sín og setti tað mitt ímillum teirra. Tann, ið tók ímóti einum barni í Jesu navni, tók ímóti honum.
Út frá hesum pallinum fær samtalan ein neiligan dám. Álvarsom ljóðar áminningin, tá ið nomið verður við støðuna, um vit sum kristin eru ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, ið trúgva á Jesus. Ein mylnusteinur um hálsin var betri og síðan søktur niður í tað djúpa havið. Henda óunniliga niðurstøðan og henda talandi myndin lýsa álvarsemið, ið liggur aftanfyri orðini, ið vit siga, og tær gerðir, ið vit útinna.
Talan um meinbogarnar er sjálvrannsakandi, og hvør hevur nóg mikið við sjálvan seg. Hugsanin minti á fyrilestrarnar, ið eru hildnir tey seinastu tríati árini runt um í landinum fyri námsfrøðingum, lærarum og foreldrum. Í hesi røðini kundi eins væl málbólkurin innan kirkjugátt verið nevndur, tí fyribrigdið er alkent og allastaðni.
Vanliga verður meinbogin nevndur í eini breiðari vending og kallaður happing. Tað eru so mong, ið hava kent svian av happingini, og fleiri okkara hava bæði happað og eru vorðin happað. Tað er eitt álvarsmál, hvørja ferð vit traðka á onkran í orðum ella verki. At happa er eisini at lata vera við at siga frá, tala at og koma tí til hjálpar, ið verður kúgaður til likams ella sálar.
So mangan bilar dirvi at tala at og trína inn á vøllin øðrum til hjálpar. Hóast tað mangan kennist úrslitaleyst “at siga frá”, eiga vit at siga frá. Tað er mikið betri, at vit venja okkum til rættferð øðrum til gagnar, heldur enn at vit fyrst vakna, tá ið tað eru okkara egnu børn, barnabørn ella næstringar.
Ein norsk sjónvarpssending viðgjørdi hetta evnið nýliga. Søgan varð søgd um ein norskan ungdóm, ið varð happaður so illa, at hann ikki orkaði at liva. So valdi hann at fara, og eingin hevði rætt hondina út honum til hjálpar. Skúlans leiðsla og lærararnir sviku. Tann kommunala skipanin og einstaklingar í nærumhvørvinum kendu ikki sína ábyrgd. Úrslitið kendu øll, og tey fylgdu honum til gravar.
Onkuntíð eru tey smáu og verjuleysu væl lærd vaksin fólk. Onkuntíð eru tað tey smáu børnini, ið eru meinbogarnir, tí tað neiliga verður – óumhugsað – lagt niður í børnini heima við hús.
Mær rann til hugs eina sanna søgu um ein ungan kvinnuligan lærara, ið nýliga útlærd byrjaði sína fyrstu arbeiðsviku í skúlanum í heimbygdini. Tríggjar teir fyrstu dagarnar vóru spøl og annað á skránni til tess at samansjóðað børnini í 1. flokki.
So byrjaði tann fyrsti veruligi skúladagurin, og lærarin skuldi til arbeiðis sín fyrsta veruliga skúladag útlærd, spent og væl nøgd. Hon tók orðið og segði nakrar setningar, tá eitt av børnunum rætti hondina upp. Barnið fekk orðið og segði: “Foreldrini siga, at tú dugir als ikki at undirvísa.”
Ein lítil ungur spíri fekk loyvi at festa røtur í neiligum heimligum umhvørvi. Talan var um ein meinboga, ið hevði lært kynstrið av teimum vaksnu.
Kvinnuligi lærarin gjørdist sálarliga sjúk, og hennara lívsdreymur í yrki brast hennara fyrsta veruliga arbeiðsdag. At hugsa sær styrkina í orðunum. Amen.
Orðið: “Vei heimunum fyri meinbogarnar!” (Matteus 18,7).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo