Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sum unglingi var tað hugtakandi og frígerandi at varnast, at Jesus sjáldan talar beinleiðis um menniskjans synd.

Tað grundliggjandi í talu hansara var ikki ein døpur læra, at menniskjan var uttan vón í einum køldum og myrkum heimi.

Talan um fyrigeving syndanna var tann berandi tráðurin í evangelisku boðan hansara.

Eyðvitað er syndin ein veruleiki, ið vit ikki eiga at skúgva til viks og meta sum eina týdningarleysa klombru.

Men høvuðsboðskapurin hjá Jesusi var talan um fyrigeving syndanna, at vit við Guðs ríkis komu til jarðar fáa náðir at liva eitt nýtt og óspilt lív.

Við Jesusi og gerningi hansara er sigur vunnin á tí illa, ónda og syndarliga. 

Tað var henda opinberingin, ið gav lívinum eina ljósa og unniliga dagsskrá. At staðfesta, kenna útgangsstøðið og veruleikan er gagnligt.

Tað er frígerandi at byggja á grundvøllin, sum Jesus legði við sínum gerningi, deyða og uppreisn. 

Við hesi sannføring gjørdist tilveran ljósari, hóast hon framvegis mangan er ein avbjóðing.

At síggja Jesus sum ljós heimsins gevur innlit í eins egna hjarta.

At læra seg sjálvan betur at kenna skapar ein pall við útsýni, har medmenniskjað hevur somu møguleikar og sama mannvirði sum ein sjálvur. 

Sæð úr erva er tað sigandi, at vit verða kallað Guðs børn, hóast vit øll viltust av leið og vendu Guði bakið.

Tað er virðismikið fyri fatanina av Guðs ríki og eins egnu sjálvsfatan at uppdaga, at Jesus ikki nýtir eintal men fleirtal.

Hann nýtir ikki eintalsorðið Guðs barn men talar í fleirtal um Guðs børn.

Vit eru í Kristi útvald av Guði og kosin at vera børn hansara.

 Vit gerast Guðs børn við ættleiðing og ikki vegna likamliga føðing ella náttúru.

Menniskjan kann ikki í egnum mátti ella við moralskum avrikum vinna sær barnakor hjá Guði.

Tess vegna er talan um eina frígering, tá ið okkum verður opinberað, at vit eru Guðs børn vegna Guð sjálvan og náði hansara í Jesusi Kristi. 

At talan er um ættleiðing er ein talandi mynd.

Eitt barn verður ættleitt og borið inn í eina familju, har tað fær barnakor hjá foreldrum sínum.

Barnið er ikki tilvitað virki at byrja við, men foreldur barnsins skapa í kærleika karmar og umstøður.

Tað eru foreldrini, ið velja barnið, og ikki barnið, ið velur síni foreldur.

At vera ættleiddur er eitt vakurt og ríkt orð um tann heimliga veruleikan, sum á jørðini er dýrabarur hóast avbjóðingar í løtum.

At vera móðir og faðir er mikið meira enn biologi.

Tær sosialu relatiónirnar eru skapandi, og tær eru eins avgerandi sum tað biologiska upphavið.

At vera foreldur er nakað, ið er sosialt ankrað. 

Vit, ið eru runnin av heidnari rót, t. e. ikki av jødiskum uppruna, fáa í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara barnakor hjá Guði.

“Men nú, tá ið trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir agara; tí at tit eru øll Guðs børn við trúnni á Krist Jesus. (Glalatabrævið 3,25-26). 

Tá ið vit fáa innlit í henda guddómliga veruleikan, hendir nakað frígerandi undurfult. Vit fáa dirvi at vera tað, ið vit eru. Vit fáa orku at bera tað, ið dagurin leggur á okkara herðar.

Fokus verður flutt frá okkara dygdum ella veikleikum, og eyguni verða fest á Jesus, sum er fullkomin vára og alra vegna. At okkum eru givin barnakor hjá Guði í Kristi veitir frælsi frá lógarinnar ella egnari trælkan.

Ístaðin fáa vit samfelag við Guð og ein sonarættaranda, sum vit rópa í: “Abba Faðir!”

Og so vitnar sjálvur andin saman við anda okkara, at vit eru Guðs børn.At vit hava barnakor er ein gáva, ið føðir eina uppgávu mótvegis næsta okkara.

Vit kristnu eru ein systkinaflokkur, ið er kallaður til kærleika hvør til annan.

Tá ið tað er Guð, sum í einborna syni sínum Jesusi hevur ættleitt okkum og veitt okkum barnakor, ja so er familjan opin fyri vøkstri og øktum skara av børnum. 

At møta Jesusi og uppliva, at ættleiðingin gevur okkum heimlig barnakor, har øll synd er fyrigivin, er inngongdin til eitt ríkt lív á jørðini.

Trongdin at dvølja við eins egnu synd – fyri ikki at tala um syndina hjá øðrum – kennist meiningsleys.

At tosa um Jesus og liva sum barn hansara saman við børnum hansara gevur innihald og gleði.Upp í Guðs barnaskara eru øll menniskju boðin.

Eisini vit, ið hava syndað og borið okkum skeivt at, eru fevnd av náði Guðs.

Barnakorini skapa ikki eina fullkomna familju, men tey skapa tann heimliga trivnaðin, at vit eru børn hjá honum, ið er fullkomin.

Amen.

Orðið: “Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg, til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin.” (Galatabrævið 4,4-5).

Jógvan Fríðriksson,
Biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo