Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Fyri tríati árum síðan gingu bylgjurnar høgar í tí kirkjuliga landslagnum. Øll tann andaliga siðvenjan varð umrødd, vend og endavend. Í løtum kendist tað møtimikið og keðiligt. Formurin og stílurin undir gudstænastuni og møtinum vórðu viðgjørd og fingu átekningar, pluss og minus.

Sæð í bakspeglinum var hetta mennandi og gagnligt bæði fyri kirkjuna, missiónina og karismatisku rørsluna. Verður Brøðrasamkoman eygleidd runt landið, sæst tað sama fyribrigdið, at formur og stílur teirra hevur verið fyri eini líknandi menning.

Velji at kalla tað eina menning, hóast fólk eru, ið meta, at tað at kalla einans gongur afturá. Eingin formur stendur í stað. Innihaldið – t. e. boðskapurin um Jesus – er avgerandi, ikki formurin. Vit kunnu einans hugsa um trummurnar, tónleikin og so tað at klappa undir gudstænastuni ella møtinum.

At klappa undir gudstænastuni var tann stóri spurningurin, ja snávingarsteinurin. Eini fimtan ár seinni varð tað sagt í Sjónvarpi Føroya í eini sending um føroyskt trúarlív, “at tað verður eingin sambadansur í Sjóvar kirkju.”

Eisini innihaldið í prædikunum var til umrøðu. Mett varð, at onkur var ov rundur í síni boðan, onnur alt ov harðrend. Onkur metti, at vit prædikaðu ikki nóg mikið um himmalin og helvitið, annar helt, at hesi evni fyltu alt ov mikið. Soleiðis sæð er einki nýtt undir sólini, heldur ikki á vári 2018.

Hjá einum ungum presti var henda hugsjónarliga orrustan ein lærurík tíð, hóast kenslurnar í løtum vóru særdar. Minnist nætur við lítlum svøvni, tí onkur ynskti at gera eina samrøðu um støðuna.

Í hesum sama andadrátti verður staðfest, at tíðindafólk, ið eg hava tosað við øll hesi mongu árini, hava verið høvisk, opin og fyrikomandi.

Mangan havi eg eftir eina samrøðu verið ónøgdur við meg sjálvan, ikki nóg neyvur og greiður. Prestar og prædikumenn (m/k) mega læra kynstrið at tosa í mikrofonina og samstundis varnast tann eyðsýnda munin, ið er á eini gudstænastu og eini greinandi samrøðu við fjølmiðlafólk.

Vituligt er, at greiningin av einum evni onkursvegna er litað, og 100% objektiv tulking er ikki til, einans royndin at tulka objektivt. Eisini mín átrúnaðarliga frásøgn er subjektiv, – hon byggir á mína trúgv og sannføring.

Um skiftið frá áttati til nítiárini varð eg biðin um at greina helvitið og himmalin út frá einum ítøkiligum jarðfrøðiligum sjónarhorni, altso eitt fysiskt stað. Samstundis skuldi verða sagt frá, hvør drívmegin ella orsøkin var, at eg var kristin og trúgvandi.

Uppgávan varð einans partvíst loyst. Løturnar í djúphugsni við lestri úr Bíbliuni, bøn og kvirru hava myndað mína kristnu trúgv, ið hevur fleiri ljósari litir enn døkkar. Heilagur Andi vísti mær sannleikan um Jesus, ið gav frið í hjartað, sálina og sinnið.

Sjálvt um maðurin er bráur av lyndi og ivrigur í kjaki, so er lívið borið av einum ævigum friði í trúnni á Jesus. Tó, onkuntíð verður sagt ov nógv.

Eg veit á hvønn eg havi sett mítt álit. Ákoyringarnar rína ikki við, – tað er sum at sletta vatn á gás.

Minnist svarið til spurningin, hví eg trúði á Jesus sum Harra og frelsara. Spyrjarin dvaldi við møguleikan, at kristnin var trúgvandi einans vegna tess, at vit vóru bangin fyri at glatast og loksins enda í helviti. Ræðslan var drívmegin og motivið.

Fyri mær er trúgvin lívsjáttandi. Ræðumyndir eru ikki partur av míni gudstrúgv, tí revsingina og skuldina hevur Jesus borið vára vegna. “Okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” (Jesaja 53,5).

Fyri mær er lýsingin av trúnni einføld. Hon ávirkast ikki av, at onkur metir meg vilstan av leið. Hví ert tú trúgvandi, og hvør er orsøkin til trúnna á Jesus sum Harra og frelsara?

   • Orsøkin er, at Jesus Kristus gevur mær ein sælan frið longu á jørðini.

   • Orsøkin er, at uttan trúnna á Jesus megni eg ikki dagin og lívið.

   • Orsøkin er, at tað heilaga samfelagið – t. d. í kirkjuni – veitir hvíld og orku.

   • Orsøkin er, at eg áður kendi tómleikan í lívinum í fráveru Jesu.

   • Orsøkin er, at í trúnni á Jesus ognast mær ævigt lív í himmalskum ríki.

   • Orsøkin er, at eg vil boða øðrum eina jaliga tilveru í lívi og deyða.

Síggi álvarsemið í tí helviti, ið menniskjan sjálv skapar á jørðini, t. d. kríggj, heimsótt, sosialt órættvísi, neyðtøka og tvørrandi kærleiki. Trúgvi, at ævinleikin uttan himinsins sælu er ein fylgja av, at menniskjan tilvitað vrakaði Jesus.

Men trúarinnar drívmegi er tann sæla sannføring, at annaðhvørt vit liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. Í Jesusi Kristi er helvitið útilokað. Amen.

Orðið: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.” (Jóhannes 5,24).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo