Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Orðafellið sigur, at ein maður er ein maður, og eitt orð er eitt orð. Orðafellið sipar til ta sannroynd, at nakað, sum átti at verið eyðsýnt, ikki altíð sást í verki. Tað hendi, at maður royndist sum orðloysingur.

Fyribrigdið er alment og galdandi alla mannaættina. Tað er ein ódygd at víkja frá givnum lyfti. Trivnaðurin er betri, og innihaldið í tilveruni er fjálgari, tá ið vit roynast sonn í orðum og verki. Trúvirði er eitt berandi og týdningarmikið hugtak.

Tann kendi rómverski rithøvundurin Phaedrus sigur í einum av sínum fablum, at tann, sum einaferð verður kendur fyri vanæruligt svik, missir álitið millum manna, hóast hann talar satt.

Phaedrus skrivaði sínar fablar í fyrstu øld eftir Kristi føðing. Ein av søgunum ber navnið: Úlvurin og revurin við apuni sum dómara.

“Ein úlvur ákærdi ein rev fyri at hava stolið. Tann ákærdi noktaði seg sekan, og apan varð sett sum dómari í málinum. Tá ið báðir partar høvdu borið fram síni sjónarmið, kom apan til eina niðurstøðu.

Við úlvin segði dómarin: “Tú hevur neyvan mist tað, ið tú sóknast eftir."Við revin varð sagt:”Tú stjelur, hvat tú so vakurt avnoktar.””

Á ein hátt lýsir henda søgan tað sama evnið, sum Jesus lýsir í einum líknilsi. Ein faðir átti tveir synir og bað teir fara til arbeiðis í víngarðinum. Bæði tilgongdin til arbeiðið og avrikið hava áhuga. Tað snýr seg um at vera sannur og fulltikin í tí gerandisliga. Sannleiki og nærvera bæði í orðum og verki.

Tann fyrri sonurin svaraði stutt og greitt: Nei! Men seinri iðraði hann seg um svarið, og fór til verka. Tann seinri játtaði við tað sama, men fór tó ikki til arbeiðis!

Hvørgin sonurin helt orð. Í báðum førum fóru teir frá svarinum, sum teir í fyrstu syftu góvu. Tann seinri segði ja, og kom ongantíð til arbeiðis. Tann fyrri segði nei, og gjørdi hóast tað dagsins gerning.

Tað er sostatt ikki samsvar millum orð og gerningar. Ósamsvar á hesum øki minkar um trúvirðið.

Tvørrandi samsvar millum orð og gerningar máar burtur av sannleikanum.

Vit kunnu spyrja, um tað nakrantíð hevur verið øðrvísi. Sjónlig eru hesi viðurskiftini í frásøgnini um skapan heimsins, tá ið vantrúgvin í Aldingarðinum Eden førdi til syndafallið. Síðan tann dagin, hevur tað verið so sum so við sannleikanum.

Tó, eitt undantak er. "Hann (Jesus) gjørdi ikki synd, og svik vórðu ikki funnin í munni hansara. Hann deildi ikki aftur ímót, tá ið hann varð deildur, og hann hóttaði ikki, tá ið hann leið, men hann læt tað til hansara, sum dømir rættvísliga. Hann bar sjálvur syndir okkara á likami sínum upp á træið, fyri at vit, deyðir frá syndunum, skulu liva fyri rættvísini. Við sár hansara eru tit grøddir. Tí at tit vóru vilstir sum seyðir, men nú hava tit vent við til hirðan og tilsjónarmannin fyri sálum tykkara." (Fyrra almenna bræv Pæturs 2,22-25).

Hesin evangeliski boðskapinum hjá Pæturi ápostli varpar ljós inn yvir frásøgnina um teir báðar synirnar.

Báðir viku burtur frá sínari útsøgn, – søgdu eitt og gjørdu nakað annað. Sum so er eingin munur, og tó er munurin alstórur.

Hjá ápostlinum kallast tann avgerandi munurin at venda við. Í líknilsinum hjá Jesusi verður munurin lýstur í hesum orðunum: “Men seinni iðraði hann seg eftir tí og fór avstað.”

Tað er hendan støðan, ið er tann avgerandi munurin ímillum hesar báðar synirnar. Tann seinri setur fúsur orð á verk sítt, men avrikar einki. Hóast tann fyrri er tvørlyntur, iðrar hann seg um svarið, gongur í seg sjálvan, vendur aftur til faðirin og fer til verka.

Tess vegna kundu jødarnir lættliga svara Jesusi, at tað var hin fyrr nevndi bróðurin, ið gjørdi faðirsins vilja. Bróðurin, ið iðraði seg um sítt mistak.

Í hesum eina orðinum liggur menniskjans sæla. Tað er ein dygd at ásanna og iðra seg eftir gjørd mistøk. Angur av sonnum hjarta er trúnni ein dýrgripur so stórur, at syndarin fær lut í Jesu sannleika og reinleika.

Angurstár og eitt iðrandi hjarta føra okkum inn til lívsins dýrabara sannleika, at Jesus er mín og vára frelsari. Við føtur frelsarans nemur menniskja Guðs egna sannleika og fær lut í hansara trúvirði.

Tær verður góðskrivað Guðs ríka náði. Tær verða vovin rein klæði. At fylgjast við einum frelsara, ið er heimsins ljós, elur eitt gott lív. Einum frelsara, ið er vegurin, sannleikin og lívið.

Vit kristnu mega vera eyðmjúk. Undan okkum ganga menniskju inn í Guðs ríki, sum vit eina veika løtu meta uttanfyri Guðs ríkis møguleika.

Eftir at hava skipað skrúðgonguna í tí kirkjuliga í skjótt tíggju ár, er tað vælsignað at vita, at væl frægari maður tekur sær av skrúðgonguni inn í Guðs ríki. Amen.

Orðið: “Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki.” (Matteus 21,31). 

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo