Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Eru stødd í Turku í Finnlandi, nú finska kirkjan hevur kosið nýggjan erkibiskup. Tað er brennandi sól. Vit bæði konan sita í skugganum og njóta lívið. Nakað av práti, og langar løtur í tøgn. Friðurin mitt í meldrinum er unniligur, og hugsanin sveimar víða. 

Áhugavert at sita við ta stóru ánna miðskeiðis í Turku og varnast, at vit tosa um tað sama, sum vit hava gjørt í fjøruti ár. Fólkakirkjan gjørdist okkara lív. Vit hava livað í kirkjuni, livað av henni og fyri henni. Hon er setningurin heima og fylgir við á øllum ferðum burturi í londum. Tað er ein frægd og gleði.

Fyri árum síðan var tað áhugavert at uppliva ta andaligu sannføring, at Kristi kirkja í sínum fjølbroytni er um allan heimin. Tað gav gerandisdegnum ró og kjølfesti. Vit vórðu frítikin frá at meta um onnur menniskju út frá dygdum, ið vit sjálv ásettu.

Í meldrinum sóust ymisk klædnapløgg, ið lýstu tað átrúnaðarliga upphavið. Katólskar nunnur vóru sjónligar í mannfjøldini. Muslimskar kvinnur bóru síni klæði. Munkar eystanífrá vóru klæddir í sínar búnar og søgdu søguna um Budha. Tað vóru mong, ið bóru ein sjónligan kross og vístu til Kristus.

Mitt í allari njótan á einum almennum torgi við alskyns vørum, sást ein muslimsk kvinna útinna miskunnarverk móti eini fátækari kvinnu. Tað var virðiligt, talandi og vakurt. Tað var harafturat ikki sørt rannsakandi og aldi spurningin, um eingin av okkum kristnu sá neyðina og tørvin.

Hendingin minti á løtuna í einum stúgvandi fullum bussi. Øll setur vóru upptikin. Vit sótu væl millum onnur sitandi. Ein gamal maður kemur upp í bussin og fær pláss sum standandi. Eftir øllum at døma var hann sjúkur og ússaligur. Hann livdi eins og bussurin aftur og fram og varð sendur til høgru og vinstru.

Brádliga reistist ein ung genta og prikaði mannin á akslarnar. Hon beyð honum sítt setur, og tann gamli maðurin takkaði hjartaliga. Tað var rørandi at síggja. Í sjálvverju varð hugsað, at nú vóru vit ov sein, men gott at tann unga gentan gjørdi munin.

Tey kristnu virðini, hvørji eru tey, og hvussu koma tey til sjóndar? Mær rann til hugs tað heimliga orðaskiftið. Í nøkur ár hava vit talað um kristin virðir. Spurningurin er settur okkum, sum hava verið virkin í orðaskiftinum í tí almenna rúminum ella virkin umvegis prædikur.

Eru tað serlig virðir, sum tey kristnu hava framum onnur? Spurningurin er torførur at svara, tí mangan gera ikki kristin fólk tað, ið vit kristnu gera ella áttu at gjørt.

Hvat við Guðs lóg í hjartanum, tá ið tey, ið jødar mettu sum heidningar, gera tað rætta, góða og vakra? Er Guðs lóg skrivað í hjørtum manna?

Sum gudfrøðingur hóvar mær væl at dvølja við etisk virðir, og tað var høvuðsevnið í lestrartíðini. Økið er stórt og fevnir víða, og eitt stutt svar finst valla.

Greitt er tó, at Jesu læra og boð kveikja hugin og skapa virðir, ið gagna okkara næsta. Jesu læra og boð skulu tulkast inn í tilveruna og verða umsett verkliga, so lív og avrik eru virðisskapandi fyri medmenniskju okkara.

Tað er danski gudfrøðingurin K. E. Løgstrup, ið fann orðingina “tað etiska kravið”. Tað merkir stutt sagt, at tað, ið vit áttu at gjørt, men ikki gera, verður borið okkum í boðshátti “tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg”.

Tað etiska kravið krevur, at boðshátturin eigur at vera óneyðugur. Natúrliga og av sær sjálvum eiga vit at gera miskunnarverk og góðgerðir, svá hin gylta reglan sigur. 

“Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir. (Matteus 7,12).

Í brennandi sól tann 1. juni 2018 rann mær til hugs setningin, ið konan mangan hevur sagt: “Tú ert sera sterkur í tí teoretiska. Tað haltar við tí verkliga.”

Enntá í Turku varð staðfest, at niðurstøðan hjá konuni er røtt. Orð eru góð, men best er tað, um orðini síggjast í tí veruliga lívinum.

Í dag vóru tær báðar – tann muslimska kvinnan og tann unga gentan – okkum ein fyrimynd. Henda sannroyndin verður ikki skalað av øðrum útsøgnum.

Virðini spretta innanífrá. Vit mega opna hjørtuni fyri Guðs góðsku í Jesusi og biðja um, at okkurt gott og gagnligt sæst aftur, tá ið dagurin er liðin. 

Góð avrik, ið eru kveikt av Jesusi, verða nevnd kristin virðir. Tey kristnu virðini taka einki frá øðrum, ið avrika góð verk út frá aðrari sannføring. Kristus er altíð fyri øll! Amen.

Orðið: “Tí at tá ið heidningarnir, sum ikki hava lóg, av náttúruni gera tað, sum lógin býður, tá eru teir, tó at teir ikki hava lóg, sær sjálvum lóg; teir sýna, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra...” (Rómverjabrævið 2,14-15).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo