Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Nútíðin hevur broytt tað gamla mynstrið við atliti at familjum og ættarbondum. Vit hava lyndi at halda, at familjuviðurskiftini eru vorðin fløktari. Onnur meta, alt alt var mikið betur í farnari tíð. Myndin av sterkum eindum, har lívið var skipað, satt og rætt stendur frammarlaga í huganum í søguligari glæstrimynd.

Valla er tað satt, at alt var betur í gomlum døgum. Nógvar vanlagnur liggja í tí dulda, og mong arr í sálini vórðu ongantíð grødd. Fáur bað um hjálp, tí so var tað avdúkað, at myndin hevði døkkar litir. Heldur líða enn at viðganga, at fullkomuleikin ikki var tann sanna myndin. At fjala veruleikan er sjáldan vegurin til eydnu og lukku.

Eingin orsøk er at lasta forfedrarnar, tí øll eru vit børn av okkara egnu tíð. Merkisvert er tó, at vit í tí kirkjuliga ikki lýstu allan sannleikan, tá ið sagt varð frá bíbliusøgu. Søgan varð søgd hugtakandi og livandi, og fólkini vórðu lýst rein og at kalla lýtaleys.

Júst frásøgnin í úrvali gjørdi tað torført hjá teim kristnu at vera trúgv ímóti egnari samtíð. Vit mettu tað etiska fallið nýkomið, tí vit onkursvegna ikki vistu betur. Vit hildu, at tað gekk afturá, hóast samlaða myndin var rímiliga støðug. Innast inni var alt at kalla sum áður, hóast tað sjónliga sá øðrvísi út vegna broyttar umstøður við atliti at hugsan og siðvenju.

Jákup er ein kendur patriarkur í Gamla Testamenti. Hugtakandi var sum barn at hoyra søguna um hansara dygdir. Mong vóru børn hansara, og tað var fródligt at líða á frásøgnina um hansara gudstrúgv.

Vit hoyrdu tó ikki, at Jákup um somu tíð varð giftur við tveimum systrum. Ei heldur var tað sagt, at hesar báðar konurnar góvu manni sínum hvør sína hjákonu, ið føddu Jákupi børn. Søgan, ið ikki heldur seg til veruleikan, missir alt á gólvið, tá ið tað verður avdúkað, at allur sannleikin ikki er sagdur. Vit hoyrdu ikki nógv um misnøgd og ástarøvund, hóast Skriftin umrøður veruleikan.

Hetta er ein av orsøkunum til, at mong kristin øtast um støðuna í dag og hava torført við at fóta sær, tá í hjúnalagið ella samlívið ikki vignast eftir ætlan. Tað er valla nakað nýtt undir sólini, og syndafallið merkir okkum øll onkursvegna. Innast inni er tað ikki stórur munur á menniskjum, men summi fóta sær betur enn onnur.

Fyri árum síðani vitjaði ein einkja kirkjuna og segði presti, at tað gekst illa í hond. Maðurin var nýliga deyður, sorg og saknur. Men tað svárasta var, at børnini vóru fráskild, hóast hon hevði roynt at læra tey Guðs orð um tað rætta og góða. Nú órógvaði støðan hjá børnunum trúnna. Hon var í iva, um tað var í lagi við trúnni.

Hevði onga meining um hennara trúgv. Royndi heldur at vísa á, at lívið hjá okkara børnum er ikki ein stílur, ið vit eiga at rætta, hóast vit meta hjúnalagið satt, rætt og heilagt. Vit skulu vera hjástødd, vera teimum ein fyrimynd og leiða tey inn undir orðið í kirkjum/samkomum. Vit skulu vera hjástødd í tilveruni til frama fyri børnini.

Nøkur ár seinni segði umrødda einkjan mær, at børnini og nýggi hjúnafelagin við “mínum, tínum og okkara børnum” vóru farin at ganga í kirkju/á møti. Tað var ein uppbyggilig søga. Tað er hesa søguna, ið vit mega siga uttan at látast sum um, at einki er hent, ið nívdi ella nívir.

Vit mega gera sum gudsmaðurin Jákup. Søkja Guð og ákalla heilaga navn hansara við tí fjøld av avbjóðingum, sum lívið hevur. Ikki gera alt til einkis. Ei heldur gera alt so torført, at vegurin til Guðs og heilagu hús hansara ikki er gongdur.

Í november 2018 flugu vit bæði konan til Billund. Vit komu í prát við nakrar systrar um mangt og hvat. Hugaligt og týdligt prát við fródlig fólk. Tosaðu um ferðina og endamálið við henni. Vit søgdu teimum, at ørindini vóru at vitja ommu- og abbabørnini í Jútlandi. Næsta liðið í samtaluni var, um barnabørnini vóru mong í tali?

Vit bæði konan telja øll okkara við, og talið var rímiliga høgt. Søgdu at vit meta øll sum okkara, uttan mun til lívfrøði, tí tað at vera omma og abbi er eisini eitt sosialt fyribrigdi. Vit nýta ikki orð sum “papp børn” ella “bonus børn”.

Tá søgdu kvinnurnar, at øll børn eru ein gáva frá Guði, og at eitt annað orð var mikið betur inn í henda veruleikan. Tá ið støðan er sum hon er, eiga vit at kalla børnini, ið vit fáa inn í familjuna við einum nýggjum maka, fyri gávubørn. Øll børn eru jú ein Guðs gáva, og tey eru gávubørn. Amen.

Orðið: “Og Lea varð aftur við barn og føddi Jákupi hin sætta sonin. Tá segði Lea: “Góða gávu hevur Guð givið mær...”” (Fyrsta Mósebók 30,19-20). 

Jógvan Fríðriksson, bispur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo