Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágsbøur er eitt slag av heimavølli hjá Dynamit

Orð og lag eigur Petur H. Jacobsen, sum syngur saman við døtrunum Barbaru E. Jacobsen og Beintu E. Jacobsen

Anfinn Nielsen syngur fangandi og festligar sangir um húkin, gubban og Sirkus Tinganes

Í morgun kom sjónbandalagið 'Be Myself' út hjá Dan Olsen, sum hann sigur er um tabu umstøður og minnilutabólkar í samfelagnum

Bólkurin 2SOME - hvørs fasta manning eru vinmennirnir Arni Carlsen og Edmund Jacobsen - er nú til reiðar við sínum næsta staklag “I Should Have Known”

Summar Festivalurin bjóðar barnaland og familjukonsertir

Í døgunum 26 - 31. Juli kemur Aarhus U á vitjan, og fer at hava 4 konsertir í Føroyum

Rasmus Bjerg og bólkur hansara framføra sangir hjá John Mogensen

Bólkurin við teimum fangandi og forherðaðu sangunum verður við á landsins størsta tónleikatiltaki

Føroyski rappbólkurin spælir á Summar Festivalinum

Sjóvar kommuna hevur sett Ásbjørn Berthelsen í starv sum musikkskúlaleiðari fyri Stranda Musikkskúla

- Steelheart bjóðar fangandi rockhitt, framfýsin gittarriff og framúr sangara

Summar Festivalurin hevur lagt fýra føroysk nøvn afturat skránni á Torginum

Plátan frá 1981 er tann fyrsta plátan nakrantíð sum hevur selt yvir sjey milliónir eintøk í Bretlandi

Kvívíkingurin Hans Iversen fer í ár at stjórna Ólavsøkukórinum

Sangir hjá Jógvani Telling, sum fyllir 75 ár, verða framførdir á Summar Festivalinum

Navnið á útgávuni sum kemur í heyst er Plethora, men 6. juli kemur fyrsta staklagið *Caught Up in a Landslide*

 

Leygardagin var stóri konsertdagurin í Nólsoy og hóast veðrið kanska ikki var av tí besta, so var hýrurin í topp

Herborg Torkilsdóttir hevur aftur givið út eitt festligt lag, sum kallast "Álvaratos"

Staklagið er av komandi útgávu hennara ‘Vera’, sum verður útgivin í Septembur. Lagið ber heitið ‘’Sjórok’’

R & B-stjørnan er funnin sek í kynsligum misbrúki av børnum og menniskjahandil

Føroysku tónleikararnir, sum eru váttaðir og alment lýstir til festivalin, eru: Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir og Kóboykex

 

Í dag kemur nýggj tónleikaútgáva út, lagið kallast ”At laða garð”. Tað er Jaspur Petersen, sum eigur orð og lag. Jaspur syngur og spælir harmoniku

80 ára gamli McCartney sang í tríggjar tímar 38 sangir á stóra Glastonbury-festivalinum leygardagin og fleiri kendir tónleikarar sungu saman við honum, millum annað Foo Fighters-stjørnan Dave Grohl

Hýrurin var góður á fólki og tónleikurin var framúr

Fitt av fólki eru í Miðbýnum í sambandi við tónleikatiltakið Voxbotn

Tað er av allar fagrasta veðri í høvuðsstaðnum í dag nú stóra tiltakið VOXBOTN er byrjað

Hoyr lagið her

Í dag, fríggjadagin 24. juni, kemur Eli Tausen á Lava við eini nýggjari post-klassiskara útgávu, ið ber heitið ‘In a Field’

Í sambandi við fyrireiking til tiltakið Voxbotn, verður ferðslan í Vágsbotni avmarkað

2. árið á rað, fara tey at halda Gníst í Nólsoy

Soniska duoin Konsørn gevur sína fyrstu plátu út á vinyl

- Tað eru meira enn 20 ár síðan, at Heather Myles og eg skrivaðu saman fyrstu ferð - tá var tað um tónleik til útvarpssendingar. Síðan hava vit skrivað saman óteljandi ferðir. Og nú mikudagin poppaði hon upp á Messenger, skrivar Laila á Facebook

"Sirm" og "Longsul" eru seinastu løgini á EP'ini TVEY hjá Safir. Og nú leita teir sær aftur á kærleiksslóðina

- Ert tú til nútímans hipp-hopp rapp tónleik, so kanst tú gleða teg til ein hin best umtókta bólkin í ríkinum

Eftir væleydnaða konsert í Salt á Drelnesi leygarkvøldið 21. mai 2022, setur Tórshavnar Manskór nú kós norðureftir. Hvítusunnudag, sunnudagin kl. 17, 00, vitjar kórið í Gøtu kirkju

Skráin til Okkara Voxbotn er um at taka skap, og fleiri stór nøvn eru á skránni 25. juni 2022

19. november fara rútmurnar at oysa niður í Høllini á Hálsi. Beint sum heimsstjørnan Anastacia trínur av pallinum, yvirtaka garvaðu All That Rain pallin, og teir trýsta spitaran í botn. Frálíkir tónar fara at ljóma náttina á tamb

 

Tveir av best umtóktu føroysku tónleikarunum verða við á Summar Festivalinum

Amerikanski Justin Timberlake hevur selt allan tónleikin hjá sær og sigur seg vera nøgdan - hann fær 100 milliónir dollarar

Argjamaðurin Dánjal Rói Olsen (Dan Olsen) er tónleikari í London, Bretlandi, og hevur hann júst útgivið hetta summarlagið

"Í morgin" er triðja staklagið hjá Safir av útgávuni TVEY. Tað er ein sangur um kærleika, løtur og morgindagin, sum eingin kennir

Bretski ljómborðleikarin og stovnarin av bólkinum Depeche Mode, Andy Fletcher, er deyður. «Fletch», sum hann var kallaður, gjørdist 60 ára gamal

Bólkurin Exit Light fer at spæla tað besta hjá rockbólkinum Metallica

Sunnukvøldið 29. mai kl 19, Norðoyastevnudag, verður ein serstøk sangløta/ konsert í Betesda í Klaksvík, í samband við at nýggj fløga, við sangum sum Árni Jacobsen hevur yrkt ella týtt, kemur út

Leygarkvøldið 19. november verður konsert við altjóða formati í Høllini á Hálsi. Tá kemur heimstjørnan Anastacia til Føroya, og fer at framføra síni mongu hits fyri føroyingum

Undir konsert hjá Кис-Киc (Kis-Kis) í St. Pætursborg fríggjakvøldið róptu áhoyrararnir “F**k the war!”

Gittarin, sum Nirvana-sangarin Kurt Cobain brúkti í musikkvideoini til hittið "Smells Like Teen Spirit", er seldur á uppboðssølu

Festivalurin í Klaksvík kunnger fimm nøvn afturat til festivalin í august

Skráin til Okkara Voxbotn 2022, leygardagin 25. juni, gerst bara størri og størri