Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Swangah er nakað heilt fyri seg í føroyskum tónleiki. Rappbólkurin hevur víst høgt flog, tá ið tað kemur til orð og løg, og teir hava stóra undirtøku millum fólk.

Um vikuskiftið spælir Swangah á landsins størsta tónleikapalli, stóra palli á Summar Festivalinum.

Swangah kom sum ein summaródn inn á føroyska tónleikapallin við fyrstu útgávuni í 2011, og síðani hava teir latið aðrar útgávur frá sær og hava samstarvað við aðrar bólkar og sangarar á einstøkum sangum.

Swangah er heimligt rapp á høgum stigi. Teir bæði rósa og revsa í sínum væl skrivaðu tekstum, og teir duga eisini at gera fangandi niðurløg. Swangah hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri tónleikin.

Swangah fer at rappa og rista Vágsbø við náttarframførslu fríggjakvøldið kl. 03.

Hesir spæla við Swangah á Summar Festivalinum: Ragnar Davidsen (vokal), Steen Rói Lorenzen (vokal), Eyðun Müller Thomsen (trummur) og Benjamin Petersen (gittar).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo