Tað var í stóra tjaldinum á Summar Festivalinum, at Signar í Homrum fyri meira enn 10 árum síðani staðfesti seg sum solist í føroyskum tónleiki.
Signar hevði annars spælt í fleiri bólkum – ikki minst væl umtóktu Kjølum – men hann var farin at útgeva sangir sum solistur, og við einari minniligari framførslu í fullsettum tjaldi, sum ikki vildi sleppa væl syngjandi kollfirðinginum aftur, steig Signar veruliga inn á føroyska tónleikapallin sum ein av okkara best umtóktu solistum.
Síðani hevur hann skrivað, sungið og útgivið sangir, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín.
Sangir sum »Tað er gott at elska«, »Kærleikans mátt«, »Sorgblídni«, »Mín skattur« og aðrir hava verið spældir og sungnir nógv, og teir kunnu framvegis savna føroyingar í heilhjartaðan felagssang.
Hóskvøldið leitar Signar í Homrum saman við bólki sínum aftur í Tjaldið á Summar Festivalinum og hevur framførslu kl. 01:15.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo