Bólkurin 2SOME - hvørs fasta manning eru vinmennirnir Arni Carlsen og Edmund Jacobsen - er nú til reiðar við sínum næsta staklag “I Should Have Known.”
Lagið er klárt at stroyma frá týsdegnum 26. juli: trýst her
Teir báðir stovnaðu bólkin í 2020 - mestsum av tilvild - og teir hava líka síðani skriva hópin av løgum. Í december 2021 gav bólkurin út fyrsta staklagið - "Goodbye" - og ætlanin var at geva eitt staklag út longu í januar ella februar í ár. Men ymiskar avbjóðingar - millum annað Covid-19 - gjørdu, at allar upprunaligar ætlanir seinkaðust.
Men nú er ferð aftur komin á 2SOME. Nýggja staklagið heldur sama stíl sum tað fyrsta. Talan er um bleytan pop-rokk við enskum teksti.
Fleiri løg ávegis
Ætlanin hjá 2SOME er at geva fleiri stakløg út í komandi mánaðarnar. Talan verður fyri tað mesta um løg á enskum, men væntandi verður okkurt føroykst lag eisini á skránni.
"Vit eru sera væl nøgdir við nýggja lagið, og eru sera spentir um, hvussu móttøkan fer at verða," sigur Edmund Jacobsen, sum tey flestu óivað best kenna sum sangara í navnframa bólkinum Chase. Edmund er búsitandi í Esbjerg.
Edmund leggur afturat, at um alt gongur eftir ætlan, so verður 2SOME til reiðar at spæla konsertir í 2023.
Arni Carlsen, ið spælir keyboards í 2SOME hevur drúgvar royndir sum tónleikari, men er uttan iva mest kendur fyri at hava skrivað landaplaguna "Eru Vit Til", sum hann gav út saman við bólkinum Enekk í 1990.
Ikki spælt saman áður
Teir báðir hava verði vinmenn síðani teir vóru blaðungir, men teir hava ongantíð áður spælt í sama bólki og ei heldur skrivað tónleik saman.
"Eg heinti nógvan íblástur frá country, meðan Edmund er meira rokkutur. Hettar ger, at tónleikurin er sera miðsøkjandi og melodiøsur," sigur Arni Carlsen, ið hevur bústað í Tórshavn.
- "I Should Have Known" kann stroymast her: https://bit.ly/2some-I-Should-Have-Known
- "Goodbye" kann stroymast her: https://bit.ly/2some-goodbye
“I Should Have Known”
Lag: Arni Carlsen
Orð: Edmund Jacobsen & Stine Tobiesen
Tónleikarar: Arni Carlsen (keys), Edmund Jacobsen (vokal og drum programming), Janus Kampmann (guitar), Line Grønkjær (kór) og Óli Poulsen (guitar og percussion)
Lagt til rættis: Arni Carlsen & Edmund Jacobsen
Mix & mastering: Óli Poulsen
Upptikið í Tórshavn, Esbjerg & Keypmannahavn - mars, apríl og mai 2022
Útgáva: T/A/P/E Sound, juli 2022
Facebook: https://www.facebook.com/2someduo
Heimasíða: 2some.pressecentrum.dk
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo