Í morgun kom sjónbandalagið 'Be Myself' út hjá Dan Olsen, sum hann sigur er um tabu umstøður og minnilutabólkar í samfelagnum.
- Føroyingurin, Daniel á Lofti, ið eisini býr í London, hevur leikstjórnað. Vit báðir og Code the Creator (kameramaður) settu okkum saman fyri nøkrum mánaðum síðan og komu upp við søguni.
- Síðsta ár skrivaði og framleiddi eg lagið saman við Julian Simmons, ið m.a. hevur arbeitt við Ed Sheeran. Síðsta ár gjørdu vit báðir eisini lagið 'Pocketful of Sunshine', skrivar Dan Olsen.
Meira kunning fæst við at trýsta á SHOW MORE undir sjónbandalagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo