"Sirm" og "Longsul" eru seinastu løgini á EP'ini TVEY hjá Safir. Og nú leita teir sær aftur á kærleiksslóðina.
Sangurin "Longsul" snýr seg um eina samantvinning av heimlongsli og tráan eftir kærleika, meðan "Sirm" snýr seg um mistan kærleika og afturlit.
Bæði løgini hevur Safir innspælt í FH-Studio í Havn. Á "Longsul" spæla eisini Rógvi Á Rógvu á trummum og slagverki, Arnold Ludvig á bass og Finnur Hansen á tangentljóðføri, slagverk og kór. Á "Sirm" spæla Rógvi Á Rógvu á slagverk, Uni Debes á sologittar og Finnur Hansen á tangentljóðføri, slagverk og kór.
Øll løgini á EP'ini TVEY eru løgd til rættis og framleidd av Finni Hansen og Safir. Finnur Hansen hevur tikið upp, ljóðblandað og mastrað
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo