Summar Festivalurin: Signar í Homrum og Kim Hansen fara at hava framførslur á Summar Festivalinum í ár.
Tað var í tjaldinum á Summar Festivalinum, at Signar í Homrum fyri meira enn 10 árum síðani staðfesti seg sum solist í føroyskum tónleiki.
Signar hevði annars spælt í fleiri bólkum – ikki minst væl umtóktu Kjølar – men hann var farin at útgeva sangir sum solistur, og við einari minniligari framførslu í fullsettum tjaldi steig Signar veruliga inn á føroyska tónleikapallin sum ein av okkara best umtóktu solistum.
Nú fer hann aftur at hava framførslu í Tjaldinum saman við bólki sínum.
Við sannførandi klaverspæli og framúr góðari sangrødd hevur Kim Hansen spælt seg inn í hjørtuni hjá føroyingum.
Hann hevur spælt í ymiskum tónleikabólkum, men stendur serliga sterkur sum solistur.
Við sangum sum «Maria«, »Meistarin«, »Ein country og western sang« og »Fagri flokkur« hevur hann sungið og tulkað sangir, sum fáir føroyskir sangarar megna tað. Kim fer at spæla sum solistur.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo