Fyri fyrstu ferð í trý ár fer tónleikurin aftur at ljóma á Summar Festivalinum í Klaksvík. Eftir tvey avlýst ár orsakað av koronusmittuni verður landsins størsta tónleikatiltak aftur hildið.
Summar Festivalurin byrjar við skrúðgongu og barnakarnevali úr Klaksvíksgarðinum og heim á festivaløkið. Eftir tað letur Silvaland upp. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin at vera við í skrúðgonguni í dag kl. 15.00.
Fyrsta konsertin verður kl. 19 í kvøld, tá ið Brimhvítt spælir í Tjaldinum.
Stóra navnið í kvøld er heimskendi norski DJ’in Alan Walker, sum hevur framførslu á Vágsbø kl. 23.00. Hann spælir elektroniskan tónleik og hevur hittað um allan heimin við sangum sum »Faded«, »Alone« og »Spectre«. Stóri pallur á Vágsbø er serliga útgjørdur til showið í kvøld.
Í kvøld ber eisini at uppliva Danny & Inga, Ester Kristiansen, Kára Fossdalsá, Kim Hansen, Signar í Homrum og Stongum, Guttesen & Ravnsfjall.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo