Navnið á útgávuni sum kemur í heyst er Plethora, men 6. juli kemur fyrsta staklagið *Caught Up in a Landslide*.
Útgávan sum kemur í heyst fevnir um 10 sangir, sum Urbanus hevur skrivað, framleitt, miksað og mastrað í studionum hjá sær sjálvum í Klaksvík.
Urbanus hevur nú eftir hondini nøkur ár á baki sum tónleikaframleiðari. Byrjaði fyrst sum 14-15 ára gamal at fáast við elektroniskan tónleik og stutt eftir gjørdu hann og Filip Mortensen bólkin The Ghost, sum bleiv væl móttikin í m.a. Bretlandi og Týsklandi.
Teir góvu fløguna "War Kids" út í 2010.
Síðani tað hevur hann fyri tað mesta gjørt tónleik fyri seg sjálvan, men hevur tó samstarvað eitt sindur sum produsari/mixari fyri ymiskar tónleikarar, har ið millum annað kann nevnast føroyski rap bólkurin Swangah.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo