Kórsamband Føroya: Nógvir kórsangarar leita sær hvørt ár til Havnar at syngja við Ólavsøkukórinum. Ólavsøkukórið er hjá mongum hædddarpunktið á tjóðarhátíðini. Kvívíkingurin Hans Iversen fer í ár at stjórna Ólavsøkukórinum.
Ólavsøkukórið syngur hvørt ár ólavsøkumorgun tá skrúðgongan kemur úr kirkjuni og niðan í Tinghúsið. Siður er at skiftandi kórleiðarar stjórna stóra kórinum. Kórsambandið hevur í ár heitt á kórleiðaran Hans Iversen um at stjórna kórinum
Hans Iversen er uppvaksin í Kvívík. Hevur læraraútugving frá Føroya Læraraskúla í 1987 og seinni útbúgving sum lærari í tónleiki frá Musikhögskolan i Göteborg 1991. Lærarar hjá Hans í kórleiðslu og kór pedagogikki vóru millum aðara kendi kórleiðarin Gunnar Eriksson.
Í føroyskum kórsangi kenna kórsangarar Hans sum sangara í kórunum Nóatón og Skýrák, í sambandi við fløguútgávum hjá Tutl. Var eisini við sum sangari á útgávunum “Jesus og Makedonarin”, “Tú lýsti” og á Kingo fløguni “En naade uden mål”.
Hans hevur síðani 1991 arbeitt í Norra, á Skjervøy og í Molde, mest sum sanglærari á kulturskúla og studentaskúla og hevur alla tíðina verið kórleiðari hjá kórum á staðnum. Er eisini virkin sum sangari, mest í Møre og Romsdal fylke men eisini við kórinum Vokal Nord í Tromsø.
Ólavsøkukórið syngur hesi kvøld í Læraraskúlahøllini:
Hóskvøld 14.7, 18.00-21.00
Sunnudag 17.7, 15.00- 18.00
Hóskvøld 21.7, 18.00-21.00
Sunnudag 24.7, 15.00-18.00
Týskvøld 26.7, 18.00-21.00
Allir kórsangarar eru vælkomnir at syngja í Ólavsøkukórinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo