Sunnukvøldið 29. mai kl 19, Norðoyastevnudag, verður ein serstøk sangløta/ konsert í Betesda í Klaksvík, í samband við at nýggj fløga, við sangum sum Árni Jacobsen hevur yrkt ella týtt, kemur út.
Á fløguni eru seytjan sangir við Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda, Vitin, Zamar, Eyðun Jacobsen, har afturat syngja børnini hjá Elisabeth og Árna, Alex, Jóna og Rani, ein sang.
Tónleikurin er innspældur í Crossroad Studios í Arden NC við Jeff Collins sum produsara.
Røddirnar eru tiknar up í studionum hjá Erik Biskopstø, Pætur Gerðalíð og Torkil Mørkøre. Ljóblandað og mastrað hava Erik Biskopstø, Torkil Mørkøre og Kristoffur Mørkøre.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo