Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg haldi, at tíðin er komin til, at vit seta eitt k frammanfyri vinnuna. Tí helst er tað líka rætt at siga, at hevur kvinnan tað gott, so hevur familjan og samfelagið tað gott

- Meðan Niels Winther vegna arbeiðsgevarafelagið legði dent á %-vøkstur í bruttolønini, tosaði Sonja J. Jógvansdóttir um krónur oman á grundlønina

Bjørn Kalsø skilir ikki, at borgarligi Sambandsflokkurin tekur undir við ferðavinnupolitikkinum hjá samgonguni - Breddin hevði samrøðu við hann

- Føroya Arbeiðsgevarafelag sendi fyrradagin tíðindaskriv út, har tey slongdu um seg við tølum: Talvur, semingsuppskot og faldan av tímaløn + eftirløn upp í mánaðarløn, alt í einum ellibita

- Svar til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um samtykta lógaruppskotið at strika stuðulin til at keypa persónbil, sum í áratíggju hevur verið ein rættur hjá fólki við varandi virkistarn

- Vit undrast á, at Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið verða hildin uttanfyri, tá talan er um eina so týðandi verkætlan

Í 2023 var samlaða nettoskuld landskassans – her íroknað skuldina hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlinum - 3 mia. kr. Nettoognin hjá landskassan uttan ES-tunlarnar var 100.000 kr.

Silvurligan, kvinnur: Um vikuskiftið spælir føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti í øðrum umfari í evropeisku Silvurliguni. Dystirnir eru ímóti Luksemborg og Ungarn, og báðir verða spældir í Luksemborg

Um mánaðarskiftið fer "Villa Vie Odyssey" at sigla kring jørðina. Og tá túrurin er liðugur byrjar hann umaftur. Reiðaríið hevur longu selt flestu kahyttirnar til føst búgvandi

Føroyska dartlandsliðið spældi í dag fyrstu dystirnar í Nordic Cup, sum er í Reykjavík

Mánadagin 27. mai klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til Baltic Cup 2024

Minst fýra fólk hava latið lív og minst 16 eru skadd eftir at ein bygningur smokkaði saman við Playa de Palma á sponsku frítíðaroynni Mallorka

Kæran viðvíkjandi Ingilín D. Strøm er um hon hevur sagt ósatt um fíggjarstøðuna hjá Bústøðum, skrivar KVF

Tað vísir kanning sum Epinion hevur gjørt fyri DR, har 24 prosent siga seg hava keypt frá kinesiska onlinerisanum Temu seinasta hálva árið

Ikki síðani 1992 hevur eitt valevni hjá einum triðja flokki staðið seg so væl í kanningunum sum 70 ára gamli Kennedy

- Maskinmeistarafelagið góðtekur ikki, at Jákup Sverri hevur loyvi at mynstra við maskinistum og hevur kært manningarskjalið av nýggjum

- Í hesum føgru summardøgum eru sjálvandi ørgrynni av vitjandi á Sjællandi. men teir allarflestu føroysku turistar koma sjáldan serliga nógv út um sjálvan Kjøpinhavn, men ferðast mest í tí ógvisliga turbulenta stórbýnum

- Tað er gott at løgmaður heldur Ólavsøkurøðu, so vit vita, hvat landsstýrið kemur við

Í dag á middegi savnaðust spæliliðini aftur. Staðfest varð, at hetta er eitt tiltak, sum riggar væl, og sum yngru næmingarnir gleðast um. Tað eru eldri næmingar í 6/7 flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter

Góði Eilif - ein heilsan frá Sambandsflokkinum á tínum føðingardegi

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, fegnast um, at ein týðandi varði fram ímóti grøna orkuskiftinum er rokkin í dag

Í morgun, tann 23. mai 2024, var ein týðandi sáttmáli undirskrivaður á kommunuskrivstovuni í Vága kommunu

Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í døgunum 12. til 14. juni

Vp frættir, at verkfalsvaktirnar í Runavík valdu at bakka, og lova fólki frá ferðamannaskipinum í land og í bussarnar, so tey kunnu gera ætlaðu útferðirnar

Í gjár var móttøka fyri fimleikarum hjá Ljósinum og Havnar Fimleikafelag, sum hava staðið seg rættiliga væl, bæði í amboðsfimleiki og í estetiskum fimleiki

Rætturin í Hillerød hevur í dag avgjørt, at veganskur sjúklingur hevði ikki rætt til veganskan mat, innlagdur á sjúkrahúsi í Region Hovedstaden

Elveitingarlógin er samtykt við 3. viðgerð og á seinasta tingfundinum hesa tingsetuna - 17 atkvøddu fyri uppskotinum og 13 ímóti

Í dag kunnu Birgit og Svenning av Lofti hátíðarhalda diamantbrúdleyp

- Skrúvað verður fyri vatninum í Kirkjubø í dag, hósdagin 23. mai, frá klokkan 14.30 til 15.30

- Í morgin, fríggjadagin 24.mai, lata átta dagstovnar aftur í Tórshavnar kommunu av verkfallinum

- Musikkskúlin hevur fullkomiliga kollvelt tað føroyska samfelagið á mongum økjum

Elveitingarlógin er til viðgerðar nú í tinginum, og andstøðutinglimir hava lagt fýra broytingaruppskot fram

Í samband við EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera 31. mai og 4. juni, bjóðar kvinnulandsliðið øllum U9 liðum til venjing á Tórsvølli mikudagin 29. mai klokkan 17:00

Tað eydnaðist at seta pumpur umborð og síðani sleipa bátin til lands

Í gjár frættist, at fleiri av oyggjaleiðunum, sum ikki hava fingið koyrt vegna forðingar, fóru at koyra aftur. Men í morgun boðar Strandferðslan frá, at teir kortini ikki fáa koyrt vegna forðingar

Familjurnar hjá fleiri av ísraelsku gíslunum leggja trýst á forsætisráðharran Benjamin Netanyahu

- Líkt er til, at Fólkaflokkurin er blivin tað einasta veruliga og trygga borgarliga alternativið, sum tann borgarligi veljarin kann vera tryggur við

- Vit báðir Eilif møttust ikki á politiska pallinum. Vit møttust við grindina, hevði eg nær sagt, hann gavst og eg byrjaði. Í 1998

Atalanta vann Europa League-finaluna móti Bayer Leverkusen við úrslitinum 3-0

Sambært Mikkjal Hansen, tilbúgvingarleiðara í Sunda kommunu, so var talan um ein stóran eld í húsinum sum brendi í dag við Norðskála

Mikudagin 29. mai vísir Filmsfelagið ein nýggjan virðisløntan film úr Jordan, sum viðger arvarætt, tá einkjan situr eftir við eini dóttir

Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Íslandi, har Nordic-cup kappingin í dart verður hildin hesa vikuna

Lønar- og eftirlønarhækkingin í semingsuppskotinum hevði givið arbeiðaranum eina lønarhækking á uml. 3.000 kr. um mánaðin í einum tvey ára tíðarskeiði

Rishi Sunak hevur útskrivað val, sum verður tann 4. juli 2024

- Fleiri enn 100 orkestur luttaka í kappingini, har av fleiri av teimum eru heimskend og í ár luttekur Havnar Hornorkestur fyri fyrstu ferð!

- Tað er onki at ivast í, at tær broytingar, sum nú verða gjørdar, eru eitt afturstig, bæði fyri samfelagið og vinnuna - og har brúkarin í síðsta enda verður taparin

Báðumegin brúnna um Streymin standa bilar og bíða, tí vegurin gjøgnum Sundalagið er stongdur

- Skal Palestina viðurkennast sum eitt ríki, so krevst, at ríkið finst, sigur danski uttanríkismálaráðharrin

- Vilt tú sleppa undan biltúrunum á brennistøðina við urtagarðsburturkasti? So lær teg at gera eitt greinahegn

- Vit hava í longri tíð arbeitt við at fáa skipað eitt Eldraráð í VEKS, og vóna at hettar er við til at styrkja og uppbyggja góða samstarvið vit hava í VEKS, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður