Ferðamannaskipið Le Boreal hevur lagt at í Runavík, men verkfalsvaktir ætla sær at forða at bussar sleppa til skipið.
Ein av vaktunum segði við Útvarpið á middegi, at ferðafólkini sleppa í land og til gongu, men ikki í bussar.
Magni Mouritsen, sum skipar fyri útferðunum hjá fólkunum, segði, at talan er ikki um verkfalsrakt arbeiði, og at tey bara vilja sleppa at arbeiða sum tey eru von.
DAGFØRING: Vp frættir, at verkfalsvaktirnar í Runavík valdu at bakka, og lova fólki frá ferðamannaskipinum í land og í bussarnar, so tey kunnu gera ætlaðu útferðirnar.
Magni Mouritsen, fyriskipari, segði fyrr í dag, at hann mátti fáa hjálp frá politinum um so var, at hann ikki slapp at gera sítt lógliga arbeiði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo