Elveitingarlógin er samtykt við 3. viðgerð og á seinasta tingfundinum hesa tingsetuna - 17 atkvøddu fyri uppskotinum og 13 ímóti.
Løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen nevndi eisini hvussu røsk tingfólk høvdu verið í sambandi við tingfundir og nevndararbeiði og las tøl upp fyri ymisku nevndirnar, og tá ið hon so kom til Landsstýrismálanevndina sum hevði havt ein fund og ikki viðgjørt nakað mál, hoyrdist mikil látur í tingsalinum.
Løgtingsforkvinnan helt, at hetta var fundur, har nevndin varð skipað. Men nevndin er skipað áðrenn hesa tingsetuna. Orsøkin til fundin var at taka støðu til mál, sum nevndin tó vísti frá sær.
Tingfundurin endaði við at tingfólk sungu Boðar tú til allar tjóðir eftir Jóannes Patursson og við lagi hjá Regin Dahl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo