- Skal Palestina viðurkennast sum eitt ríki, so krevst, at ríkið finst, sigur danski uttanríkismálaráðharrin Lars Løkke Rasmussen við DR.
- Til tess at vera eitt ríki skalt tú hava eitt landøki tú hevur ræði á og myndugleikar, sum hava eftirlit við tí. Og tað er ikki júst akkurát tað, sum er støðan beint nú, sigur danski uttanríkismálaráðharrin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo