Stutt eftir middag í gjár komu boð til MRCC at ein smábátur sum var staddur eystanfyri var farin at leka.
Vandi var fyri at báturin fór at søkka, so tyrlan bleiv send avstað eins og bjargingarbáturin Arun fór við tveimum pumpum. Tá tær vórðu komnar umborð bar til at halda lens og báturin bleiv síðani sleipaður til lands.
Tað tók fýra tímar frá tí at boðini komu, til báturin var komin til lands.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo