Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Vónandi vera nógv børn til venjingina á Tórsvølli mikudagin 29. mai - Mynd: Bjarni Enghamar

Vónandi vera nógv børn til venjingina á Tórsvølli mikudagin 29. mai - Mynd: Bjarni Enghamar

Vónandi vera nógv børn til venjingina á Tórsvølli mikudagin 29. mai - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Niðurteljingin til fyrstu heimadystirnar hjá kvinnulandsliðnum í undankappingini til EM 2025 er av álvara byrjað. Hópurin kemur saman týsdagin, og síðani verður øll orka løgd í fyrireikingarnar til komandi dystir.

Í hesum sambandi vilja landsliðsspælararnir og venjaratoymið bjóða øllum U8 og U9 liðum, bæði gentum og dreingjum til eina stuttliga venjing á Tórsvølli mikudagin 29. mai klokkan 17:00.

Tað vera landsliðsspælararnir, ið koma at standa fyri venjingini, og aftaná fáa børnini ein gávuposa frá FSF, umframt at møguleiki verður fyri autografum og myndum saman við spælarunum.

Fyri at fyrireika venjingina so væl sum møguligt, er neyðugt við tilmelding, ið fer fram á hesari leinkjuni: https://forms.gle/Z8yQSqwn3W1htML1A.

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 28. mai á middegi.

Bæði í fjør og í fyrraárið varð skipað fyri líknandi tiltaki á Tórsvølli saman við kvinnulandsliðnum. Video niðanfyri er frá venjingini 1. september í 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo