Landsstýrisfólkini Dennis Holm og Ingilín D. Strøm eru bæði kærd til landsstýrismálanevndina, skrivar KVF.
Nevndin kemur saman klokkan 11 týsdagin, har hon skal taka støðu til, um hon skal viðgera málini.
Annað málið er kent og er, um Dennis Holm hevur loyvi at gera tað svartkjaftabýtið, sum hann hevur gjørt.
Hitt, sum er nýtt fyri almenninginum, er um Ingilín D. Strøm, og um hon hevur sagt ósatt um fíggjarstøðuna hjá Bústøðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo