Tíggju stig er tað veikasta stórfelagið hevur leverað í sjey umførum nakrantíð í Premier league. Álopslegendan Alan Shearer heldur at tapið í dag var síðsti seymurin í kistuni hjá venjaranum.
– Eg rokni við at Mourinho fær fótin. Hann klárar ikki at venda gongdini. Leikararnir vóru hjálparleysir frá byrjan til enda – ov seinir og sera veikir, sigur Shearer sambært Manchester Evening News.
Eisini Paul Scholes finst hvassliga at sínum fyrrverandi felag.
– Tað sær kaotiskt út. Sum um kríggj er innanhýsis í felagnum, liðið sær so óstabilt út, heldur Scholes, sambært miðlinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo