– Javnleikur er at liva við, men ein sigur kann venda sesongini. Tapur Manchester United fær kritikkurin aftur fulla styrki og spekulasjónirnar kring Mourinho, sigur Manchester United-legendan Ryan Giggs við norska TV 2.
Giggs heldur at Mourinho helst fer at «parkera bussin» á Stamford Bridge.
– Eg rokni við at José Mourinho fer at gera alt sum gerast kann ikki at tapa, tí tapur hann er frástøðan upp til Chelsea ellivu stig. Og tað er ov stór frástøða. Men um United vinnur, so verður tað eitt «statement» og frástøðan til Chelsea verður fýra stig. Tá er alt rósureytt aftur, heldur Giggs.
Dysturin verður leiktur nú klokkan 12.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo