Manchester United sá út at vinna á Stamford Bridge fyri fyrstu ferð síðani 2012, men fimm minuttir inn í yvirtíðina hjá Dean dómara setti Ross Barkley bóltin í netið til 2-2.
Mourinho var ikki nøgdur við úrslitið av dystinum, kallaði tað «ræðuligt» og skilti ikki, hvar hasir seks minuttirnir komu frá.
- Vit stýrdu dystinum, vit kontrolleraðu Hazard og Jorginho. Eftir at vit tóku leiðsluna 2-1 høvdu vit møguleikan at skora tað triðja, vit vóru betra liðið og høvdu kontroll. Eg vóni at allir dómarar gera tað sama sum Mike Dean og leggja seks minuttir afturat, tí eg skilji ikki hvar teir komu frá. Eg eri nøgdur við alt uttan úrslitið, sum var ræðuligt fyri okkum, segði Mourinho eftir dystin.
FT Chelsea 2-2 Man Utd
— BBC Sport (@BBCSport) October 20, 2018
Ross Barkley's late goal salvages a point for Chelsea in a dramatic finish at Stamford Bridge
Live https://t.co/Eu0U3MyVvl #CHEMUN #bbcfootball pic.twitter.com/j25a46pUlV
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo