Hann er undir stórum trýsti sum venjari, men nú gongur venjarin hjá Manchester United nýggjar leiðir undan dystinum móti Newcastle leygardagin.
Undir vanligum umstøðum plagar portugisarin at hava sín tíðindafund við 13-tíðina lokala tíð, men undan dystinum móti Newcastle hevur hann valt at framskunda tíðindafundin við journalistunum av orsøkum sum ikki eru kendar enn.
Longu klokkan 8:00 ætlar Mourinho sær at taka ímóti pressuni, skrivar Daily Mail.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo