Stýrið í Manchester United fer at geva venjaranum José Mourinho tíð til at venda gongdini í felagnum, sambært BBC.
Seint í gjár skrivaði Daily Mirror at Mourinho fór at fáa fótin uttan mun til úrslitið í dystinum í dag móti Newcastle.
NRK skrivar at BBC-journalisturin Simon Stone, kendur fyri sínar góðu keldur í og uttanum United, tulkar støðuna hinvegin at tað «ikki er nøkur beinleiðis hóttan móti venjarastarvinum».
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo