Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein stuttur dokumentarfilmur um lívið í Føroyum hevur verið valdur til fleiri filmfestivalar fyri ungar filmskaparar og hevur fingið fleiri virðislønir

Listafotografurin Gwenaël Carré hevur gjørt myndarøðina við Høgna Mohr í sambandi við stóru mentanarvikuna í Runavíkar kommunu

Henda video vísir ukrainska dronu yvir landsbýnum Sulyhivka sum bumbar stórt tal av russiskum stríðsvognum

Løgreglan í Phoenix í USA brúkti nýggja háttin fríggjadagin, tá løgreglan skuldi steðga einum bili

Størsta mótafestin MetGala er byrjað í New York

Í Rituvík er ukrainski Oleksandr ørkymlaður. Um eina viku er 9. mai. Tað er gamli ársdagurin fyri russiska sigrinum á Nazitýsklandi í stóra fedralandskrígnum, sum vit vestanfyri kalla seinni veraldarbardagi

Ummæli av konsert

Støðufasta góðveðrið, sum hevur eyðkent hesa vikuna, fer nú at víkja fyri vindi og regni fleiri av døgunum

Undir gamla gólvinum í Stokkastovuni, eru funnir ein ørgrynna av forvitnisligum lutum. Tað mest forvitnisliga er helst loyniligi kjallarin við vakra steinsetta gólvinum, ið fjaldi seg undir moldini

- Vit ætla at hava fyrsta plássið leygardagin, og so koma vit 120.000 krónur ríkari heim, sigur Árni Müller, sum er við í Trolling Master Bornholm 2022, við Útvarpið

- Kanska skuldu vit, umframt føroyska móðurmálið, byrjað við enskum longu í fyrsta flokki í skúlanum

Í gjár var lítil fráfaringarløta fyri Sigurði Ólason Vang, sum nú fer úr starvinum sum mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu og í annað og spennandi starv hjá Landsverk

Favoritt-taskan hjá teimum kendu í løtuni er ein taske sum best er ikki at missa á gólvið

Leygarkvøldið var hátíðarløta í Bátafelagnum niðri í Vágsbotni, har Kári Johansen, býráðslimur, helt røðu

Video: Russiskt stríðsflogfar skotið niður av ukrainskum deildum í Kharkiv-økinum tann 24. apríl 2022

- Um dagarnar fekk eg tvær myndir sendandi frá einum ukrainskum journalisti. Hon skrivaði, at hetta var, Silodka Faro, og luksusmatur fyri russiskar heryvirmenn

Ukrainski flaggdagurin er 22. august, men europisk lond hava givið undantøk at flagga við ukrainska flagginun líka síðan innrásina

Heimsins elsta fólk, japanska Kane Tanaka, er deyð 119 ára gomul, upplýsa lokalir myndugleikar í Japan í dag. Hon doyði týsdagin í síðstu viku

Yrking eftir Hansdóttir í Kálvalíð

Komandi vika bjóðar sól, stilli og nakað av lýkku

Hvørt ár hátíðarhalda merkismenn flaggið. Tí eitur tað Merkið. Í eina øld ella so hava vit savnað okkum undir hesum flaggi, hóast eingin annar enn vit sjálv kendust við tað og góvu tí ans helvtina av tíðini

Danska TV 2 hevur sett sjóneykuna á illgrunasama málið í Hvannasundi, tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen í 2012 doyði

Hon var 3 ára gomul tá ið hon hevði leiklut í kenda filminum ‘Schindler’s List’ og nú sum 32 ára gomul hjálpir hon flýggjandi ukrainum inn í Pólland

11 ára gamli Noah ótolnaðist at bíða eftir at flogfarið skuldi fara avstað, men hann var kreativur

Í morgunsendingini hjá KVF greiddi Marit Nicolajsen frá serligu upplivingina við ærini og teimum fýra gimburlombunum

Set fýra fremmand ung í eitt rúm at tosa um kenslur. Tað er konseptið - sagt í stuttum - í nýggjari ungdómsrøð, sum verður send í Kringvarpi Føroya í mei mánað

Sambært New York Post varð kvinnan bundin við gaffateypi eftir at hon hevði lopið á fleiri av manningini, og roynt at lata hurð upp meðan flogfarið var í luftini

Men tað fer at æla fleiri av døgunum í komandi viku

Um páskirnar eru søgur komnar fram um, at umborð á russiska stoltleikanum ”Moskva”, var ein halgigripur, sum var ein flís av krossi Kristusar á Golgata

Tað er fastur siður um páskirnar hjá katolikkum

Páskirnar í ár verða hildnar á Gulllaksafeltinum á Ymir Rygginum

Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Tórshavnar Kommuna hava skapað eitt netverk við eldhugaðum og motiverandi ambassadørum

- Meðan vit hoyra um russar, sum við 13 líkbrenningarvognum fara um tann ganska bý í Mariupol at grava upp lík, teir sjálvir hava pínt lívið úr, verða vit páskavælsignað við lokalari framleiðslu

Norska Dagbladet hevur savnað nakrar av syrgiligu søgunum frá krígnum í Ukraina. Millum annað søguna um familjuna Fedko sum øll doyðu, skotin av russum, tá tey royndu at flýggja í bili

Útvarpsdokumentarur um eina merkisverda hending, sum fór fram á Hotell Føroyum í 2009, tá ein útlendsk genta kemur undan kavi

Páskirnar standa fyri durum, og tað gera nakrir spennandi sjónvarpsdagar eisini. Her er eitt yvirlit yvir nakrar av sendingunum

Tað tók tvær vikur at fáa hundin úr Ukraina til Írlands. 86 ára gamla Violeta mátti fara frá hundinum, tí hon hevði ikki orku at bera hann undir flýggjanini úr Ukraina. Nú eru tey saman aftur

Mitt í koronafriðinum fekk Sofía Thorsvig-Kajsdóttir eina opinbering: Hon skuldi hava ein djóragarð. Hoyr hana greiða frá í KVF

Krumtappurin í hjálpararbeiðnum her er Dariusz Czupryński, vanliga kallaður Darek, sum er leiðari á pólsku deildini hjá føroyska JT Electric á Kambsdali, og starvsfelagin, Marek Duczmański

Professari hevur nøkur góð ráð til okkara um, hvussu vit kunnu skapa tryggleika um børn okkara, sum allatíðina hoyra um kríggj í miðlunum, umframt um hvussu vit kunnu taka ímóti børnum, sum flýggja undan kríggi

Eysturættin verður ráðandi í vikuni sum kemur

- Afturmeldingar hava higartil verið sera góðar, og vit eru sera spent at hoyra enn meira frá tykkum, siga stigtakararnir

- Nú er Novosti aftur á breddanum. Hesuferð er tað Timofey Sergeytsev, sum skrivar dagsins tekst: Hvat skal Russland gera við Ukraina?

- Ein visti um eina heilt spesifikka, sum hevði verið á eini babtistamatstovu, har pengafólkini, sum ivaleyst vóru gardinpimparar, fóru ropandi frá borðinum - av sitrónsodavatni!

Tá ið myndin av hondini við tí lítla hjartanum var at síggja á sosialu miðlunum skilti 26 ára gamla Ohla Serhviivna, at nú var eingin vón: Myndin hon sá var av hondini á mammuni

Firouz Gaini, professari í antropologi, stendur fyri verkætlan um pápar og familjulív. Hetta er fyrstu ferð, at granskað verður í familjulívi og maskuliniteti í Føroyum

Henda video upptøkan almannakunngjørd á sosialum miðlum vísir, tá ið ein russiskur stríðsvognur í Mariupol verður skotin úr einum vindeyga

Í ljóðbroti sum er likið hoyra vit ein russiskan hermann ringja heim úr Ukraina

- Hann skuldi bara út at finna mat til familjuna. Versonurin hjá Zinu Grynenko var skotin á gøtuni í miðbýnum í Butsja. Í fleiri vikur lá hann á gøtuni

Ken Lindenskov Olsen og Mariia Shvets Olsen avmyndaði uttanfyri húsini í Varðagøtu 18 í Rituvík leygardagin, tá tey bjóðaðu til kaffi og ukrainskar hunangssøtar pinjukjarnur á heitum hornum frá mammuni Gunn