Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin, mánadagin, verður samdrigið og ælaveður, uppí hvassan vind av suðri og landsynningi og hitin alt samdøgrið eini 10 stig.

Týsdagin makar hann vindin til lot ella gul av ymsum ættum, tað verður turt fyrrapartin, men seinnapartin fer at regna og hitin um 8 stig alt samdøgrið.

Mikudagin regn ella ælaveður allan dagin, men eisini onkrir sólglottar, strúkur í vindi ímillum landsynning og útsynning og hitin ímillum 7 og 9 stig.

Hósdagin ælaveður og strúkur í vindi av útnyrðingi, eitt sindur kaldari, 6 - 7 stig.

Fríggjadagin samregn og strúkur í vindi av útnyrðingi, hitin 6 -7 stig.

Næsta vikuskifti verður nógvur vindur, serliga sunnudagin, ættin verður vestan, leygardagin turt fyri tað mesta men ælaveður sunnudagin og hitin 6 - 8 stig báðar dagarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo