Tínar smáu hendur stjólu mítt hjarta
Tíni kláru bláu eygu
upplýsa mítt lív - mín dag sum ein sól
Vakri lítli fullkomni skabningur
gevur so nógv - bara við at vera til
Vakra lítla lívsins gáva
Eitt undur er hent mær
Ein eydna so ófatulig orðaleys og rík
Hevur slókt ein ótilvitaðan sakn
Hoyri eitt lítið knarr
Hyggi niður á títt lítla andlit
og merki sjálv smílið
kenslunomi og blýtt
Dýrabæra gáva
Vit elska teg
Hansdóttir í Kálvalíð
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo