Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Føroyska Sjómansmissiónin: Í gjár fór Enniberg avstað við kós móti Barentshavinum. Hetta verður óivað síðsti túrur í hesum árinum, og tí verður hann róptur “jólatúrin”. Hóast teir rópa hann jólatúrin, so vóna og vænta teir at vera aftur áðrenn jól.

-Tá vit fara avstað hendan túrin, sum vit umborð rópa jólatúrin, so spyrja menn mest eftir tveimum tingum: Eru jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum og karamellirnar umborð? Tað sigur kokkurin Jóhan Kristian Højgaard.

-Hóast tað er 1. oktobur nú vit fara avstað, og vit vóna at vera aftur áðrenn jól, so er tað gott at pakkarnir eru komnir umborð. Tað er líkasum ein trygd, í fall túrurin dregur út, sigur hann.

-Sigla vit heim áðrenn jól, so plaga vit at hava eina jólaløtu tá vit eru lidnir at vaska skipið. Tá hava vit ein góðan døgurða við dunnu og rísalamangi omaná. So verður jólaevangeliið lisið og pakkarnar býttir út. Síðani hugna vit okkum, og tað er vanliga sera hugnaligt, sigur Jóhan Kristian.

37 mans fóru við Enniberg og skipari er Karl Danielsen. Teir fara í russiskan sjógv at royna.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo