Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin, sunnudagin, verður nógvur vindur av suðri, serliga fyrrapartin. Tað fer at regna mestsum allan dagin, men eisini verður onkur løta tá sólin sær. Hitin ímillum 7 og 10 stig.

Mándagin heldur nógvi vindurin fram, hvassur vindur ella skrið. Hann fer so líðandi úr suðri upp í vestan og síðani útnyrðing. Ælaveður og nakað kaldari, millum 5 og 7 stig.

Týsdagin batnar veðrið, tað verður eitt gul av suðri ella landsynningi, sólglottar og hitin ímillum 5 og 10 stig.

Mikudagin lot til frískan vind úr suðri upp í vestan, turt fyri tað mesta og hitin ímillum 8 og 10 stig.

Hósdagin verður gott veður, gul av vestri, seinni suðri og landsynningi, turt og sólglottar og hitin 8-10 stig.

Fríggjadagin verður ættin eystan, strúkur í vindi ella hvassur vindur, ælaveður men eisini sólglottar, hitin 8-10 stig.

Næsta vikuskifti verður ættin ímillum eystan og landnyrðing, tað verður ælaveður fyri tað mesta og tað verður nakað kaldari, niður í 4 stig um náttina og eini 8 stig um dagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo