Seksæringurin Greipur, sum hevur ligið í Vágsbotni framman fyri Nólsoyar Pálli síðani í august mánaða, har bæði føroyingar og útlendingar hava havt gleði av hesum stásiliga fari, er nú farin í vetrarlegu. Heystið er komið, veturin stundar til, og Greipur er farin niðan aftur í Akkersvík at liggja fyri veturin.
Ætlanin er at flota hann aftur flaggdagin.
Greipur er smíðaður av Símun Johan Wolles á Eiði umleið 1990.
Tað er áhugafelagið Greipur sum eigur Greip og neystið í Akkersvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo